Birita Debes svimur her 100 rygg á World Cup í Stokkhólmi. Tíðin 1:04.65 er næstbesta sum hon nakrantíð hevur svomið, men tó eitt fitt petti frá føroyska metinum hjá henni á 1:03.15, frá landsdystinum ímóti Íslandi í oktober. Um eg skal geva eitt boð, so var trupulleikin á World Cup, at tey svumu hetta um morgunin, og at stemningurin í høllini sum heild var so la-la.
Video: Magnus 100 firvald á World Cup í Stockholm
Magnus Jákupsson setur her flott persónligt met í 100 firvald, við tíðini 56.75, har besta tíð hjá honum áðrenn World Cup í Stokkhólmi var 58.11. Hann er nú bara tíggjundapartar frá juniormetið hjá Páli Joensen á 56.52, og so aftur eitt vet frá føroyska metinum hjá Páli á 56.22.
Continue reading Video: Magnus 100 firvald á World Cup í Stockholm
So verður fyrsta føroyska meistarastevna fyri masters
Seinnapartin í dag fara sterkastu føroysku ‘oldboys’ og ‘oldgirls’ at kappast í Klaksvík, á FOMM 2010 – Føroysku Opnu Masters Meistarastevnuni. Startlistin er viðfestur her, sum listar upp teir flestu av teimum kendu sum vit sóu í fyrstu føroysku mastersstevnu í vár, umframt nakrar nýggjar jokarar. Upphitingin byrjar klokkan 16 og kappingin klokkan 17, og hesuferð kappast vit altso um heiðursmerki, umframt heiðurin at gerast fyrstu føroysku masters-meistarar nakrantíð.
Continue reading So verður fyrsta føroyska meistarastevna fyri masters
Indiska svimjisambandið í vanda fyri at missa sína viðurkenning
Hetta er ítróttarpolitikkur á einum øðrum støði enn vit eru von við í Føroyum, at indiska ítróttarmálaráðið nú hóttir við at av-viðurkenna indiska svimjisambandið, tí at aðalskrivarin har er afturvaldur fyri sættu ferð. Leiðireglan hjá indisku stjórnini er, at aðalskrivari og kassameitari í indiskum ítróttarsambondunum ikki mugu sita í meira enn tvey valskeið á 4 ár, fyri síðani at skula ‘køla av’ í minst 4 ár, áðrenn teir kunnu veljast í størvini aftur. Men hesa hevur indiska svimjisambandið altso ikki fylgt, og stjórnin hevur tí givið teimum 90 daga, til at bøta um sína reglugerð, og halda nýval ‘in a fair, democratic and transparent manner’. Lesið her á dnaindia.com.
Video: Pál Joensen 400 frí finalu á World Cup í Stockholm
Pál Joensen svimur her finalu í 400 frí á World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Hann vann bronsuna; men eg skal siga akkurát sum tað er, at eg ristist leingi aftaná :-S
Video: Magnus 50 firvald á World Cup í Stockholm
Magnus Jákupsson svimur her 50 firvald á World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Hann varð nummar 2 í riðilinum, men sigur sjálvur at sirka alt kiksaði: start, vending og (týðiligvís serliga) innslagið.
Video: Birita 50 frí á World Cup í Stockholm
Birita Debes svimur her 50 frí á World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Hon er á geil 6, svimur 27.43, sum er gott men tó nakað frá hennara føroyska juniormet á 27.03 sekund.
Svimjararnir rýma frá NTC, skrivar SN.dk
Vit hava lisið um hetta fyrr, og kanska onkur las eisini samrøðuna við pápa Amalie Emma Thomsen á simma.nu. Men nú er tað so likið út til fjølmiðlarnar eisini, har Sjællands Nyheder í gjár gjørdi ein samandrátt av trupulleikunum hjá Amalie Emma Thomsen, Jon Rud, tøsedreingjunum osfr, enntá við so mikið bítandi viðmerking frá pápa Amalie Emma Thomsen:
Netop Michael Thomsen har tidligere bakket op om landstræneren og måden, træningen foregik på træningscentret.
– Man har som bekendt et standpunkt til man tager et nyt. Det betyder, at vi har haft nogle oplevelser og har fået tilført en anden viden, som gør, at vi som forældre hverken kunne eller ville sidde med hænderne i skødet siger Michael Thomsen til simma.nu.
Phelps meldar frá kapping, éin dag áðrenn stevnan byrjar
Mike Gustafson skrivar her á Swimnetwork, um hvussu skuffaður hann er yvir at Michael Phelps fyri triðju ferð velur at melda frá eini Grand Prix svimjistevnu ‘over there’, afturat at hann fleiri ferðir hevur meldað frá einstakum kappingum á stevnum, uttan serstakari grund. Fyri hansara skyld kann Phelps velja at gevast, um hann vil, og stadigvekk vera størsta svimjinavnið nakrantíð. Men støðan beint nú er eftir øllum at døma ov troyttandi, at Phelps er tilmeldaður til kappingar, og fólk gera planir so at tey kunnu koma at síggja hann, fyri at so bara at síggja hann melda frá.
Lars Sørensen svarar nú aftur uppá kritikkin hjá Jon Rud
Danski sportschefurin Lars Sørensen svarar nú aftur uppá kritikkin hjá fyrrverandi NTC-svimjaranum Jon Rud, um at danska úttøkuskipanin er ov hørð ímóti monnunum, samstundis sum at subjektivar úttøkur favorisera serliga nakrar ávísar kvinnuligar svimjarar á NTC. Sørensen avvísir hetta blankt, sigur at OL-point-skipanin hjá teimum er grundað á skilagóða hagtalsliga framskriving, og at teir feilir sum møguliga eru, skyldast at skipanin varð gjørd í 2008, áðrenn superdraktirnar vórðu bannaðar.
Continue reading Lars Sørensen svarar nú aftur uppá kritikkin hjá Jon Rud