Viðfestur er startlistin til Reystastevnu nú í leygardagin, umframt tíðarætlan. Tað sær út til at serliga vertsfelagið og Ægir fara at hava eina góða stevnum, umframt FLOT og HS.
LPS í kvøld: Wildeboer pressaði talent út vegna vekt
Fyrrverandi landsliðssvimjarin Josephine Emilie Thomsen fer í kvøld í sendingini “Lige på og Sport” á TV2 at greiða frá, hvussu Wildeboer fokuseraði so nógv uppá hennara vekt, at hon at enda gavst á landsliðnum, útilokandi vegna hetta við vektini. Hon er systir Amalie Emma Thomsen sum nú herfyri gavst á NTC, og stríðist í dag við matarólagi. Lesið her á SwimNews.dk.
“Det var jo sådan til sidst, at jeg ikke havde lyst til at tage til træning, fordi det eneste, man gik op i, var, hvad vægten den sagde. Og hvis jeg nu vejede 100 gram for meget, så vidste jeg bare, at så ville min træning ikke blive god, fordi så skulle jeg kigge på en sur træner. Og det kunne jo være, at jeg bare havde spist en gulerod for meget, mere behøvede det jo ikke være. Så det endte bare med, at jeg ikke turde spise noget.”
Verður 2010 fyrsta ár uttan nakað heimsmet í sviming?
Craig Lord setur spurningin her á SwimNews.com, nú asiatiska meistarastevnan er av, og tað tí byrjar at líða við langgeilameistarastevnum í 2010. Heimsmet hava verið sett á hvørjum ári, líka síðani FINA varð stovnað í 1908, har tað tey fyrstu árini var eitt sindur óskipað vegna skiftandi hyljalongdir, men har tað í øllum førum síðani 1956 hava verið sett heimsmet á hvørjum ári á langgeil, tvs. í 50 metra hyli. Í fjør varð ein øgiliga rúgva sett, vegna sokallaðu superdraktirnar, og í ár sær tað so út til at vit føla sviðan av hesum, nú draktirnar eru burtur. Eftir er sjálvsagt í øllum førum HM í Dubai, til at royna at tryggja okkum okkurt heimsmet í 2010.
Mette Jacobsen vamlast av teldupostunum um vekt
Sporten.dk endurgevur nú Mette Jacobsen fyri at siga, at teldupostarnir hjá Wildeboer um vekt eru ógvuliga óhepnir, tá man hugsar um útbreiðsluna av matarólagi milum úrvalsítróttarfólk. “Det er et problem, at vægten bliver et tema, og alle bliver delagtiggjort i, hvad man vejer. Man ved jo godt, hvor sårbar man er i den alder, de har. Man går rundt i en badedragt, og så bliver man nærmest offentligt hængt ud for, at man har taget 200 gram på, som jeg selv oplevede i min tid. Så kan det godt gå hen og blive noget hysteri.”
Samstundis rópar Sigma NS í tíðindaskrivi sambært www.simma.nu/dk um hjálp, at fáa kreppuna í ‘svømme Danmark’ at viðgera generellu trupulleikarnar heldur enn einstakar svimjara, sum til dømis teirra Lotte Friis. “Lotte har ikke brug for at blive del af en debat, som handler om noget helt andet end hendes person, træning, VM forberedelser osv., og vi beklager derfor at Lotte er blevet fremhævet og nærmest blevet midtpunkt i en strid mellem nogle helt andre parter i dansk svømning.”
Yang Sun 14:35.43 í 1500 frí
Kinesiski Yang Sun svam fyri løtu síðani 1500 frí uppá 14:35.43, sum er asiatiskt met, og minni enn eitt sekund frá heimsmetinum hjá Grant Hackett frá 2001 á 14:34.56. Hetta er á langgeil, men tó so mikið skjótt, at tíðin eisini er meira enn 2 sekund skjótari enn bestu tíð á stuttgeil í ár, frá tá ið Sebastien Rouault vann World Cup í Stokkhólmi við 14:37.94. Sí úrslitalistan her.
VAT og Herlev tala at ynsktu vápnahvíldini hjá Wildeboer
Vestegnens Aqua Team hevur nú sent út tíðindaskriv, sum svar uppá ákærurnar frá Wildeboer um at kritikkurin frá feløgum av NTC kann koma at kosta altjóða heiðursmerki. Og forkvinnan í Herlev Svømning leggur her á simma.nu upp til kjak um sama mál, sum ein av teimum ið hevur latið Dansk Svømmeunion um at skipað sítt úrvalsarbeiði sjálvi, fyri síðani nú at fáa ákærur um at ‘tit vóru altso við til at skipa hetta’.
Continue reading VAT og Herlev tala at ynsktu vápnahvíldini hjá Wildeboer
Nýtt heimsmet í at svimja Amazon-ánna á tamb
Serbiski Darko Novovic hevur nú sambært The Guardian svomið teir 5450 kilometrarnar frá Altataj í Peru til Belem í Brasil uppá bara 46 dagar, har slovenski Martin Strel í 2007 brúkti 66 dagar um teinin. Hann svam umleið 120 kilometrar um dagin, vardur ímóti krokodillum og piratfiskum við nøkrum netum spennt ímillum fylgibátarnar. Men tó so var tað vandamikið, vegna meldurstreymar og tað at vatnið í ánni er so ólekkurt, at tað sambært Novovic fær giftiga vatnið í Tamish í Serbia at tykjast sum drekkivatn. Ein spennandi løta var eisini tá ið hann rendi í eina krokodillu, sum tó vísti seg at vera deyð og í ferð við at verða etin av piratfiskum.
Lotte Friis verjir NTC
SwimNews.dk veit nú at siga frá prentaðu útgávuni av Ekstra Bladet, at Lotte Friis har verjir “det Nationale TræningsCenter”, og følir ágangin sum óbeinleiðis ákæru um at hon hevur valt skeivt. Hon sigur bart út at hon hevði ikki verði evropameistari og heimsmeistari um hon ikki hevði vant á NTC, og at hon elskar dagligdagin á NTC.
“Jeg tror ikke, jeg kunne have udviklet mig til den svømmer , som jeg er i dag, ved at blive i min klub. Ikke fordi der var noget i vejen med klubben eller træneren. Slet ikke. Men jeg savnede den daglige udfordring ved at blive presset af andre svømmere.”
Continue reading Lotte Friis verjir NTC
Sigurd lagt frá sær sum formaður í HS
Hetta stendur at lesa á hs.fo:
Sigurd L. Lamhauge, formaður í Havnar Svimjifelag seinastu knapt trý árini, boðaði mikukvøldið nevndini í HS frá, at hann av persónligum orsøkum hevur avgjørt at taka seg aftur sum formaður í felagnum. Nevndin harmast, men virðir, avgerð hansara. Felagið er undir hansara leiðslu vaksið sera nógv og hevur ment seg, frá at vera eitt av teimum minstu feløgunum í Havn, til at vera eitt av teimum størstu og virknastu. Nevndin vil nýta høvið til at takka Sigurdi fyri hansara stóra innsats fyri svimjingina, og ikki minst svimjiskúla og rørslusvimjing, har hann hevur gingið á odda við at gera svimjing til til eitt sera viðkomandi og nógv nýtt alternativ til tey sum hugsa um rørslu, og tað gagn sum hin einstaki og samfelagið sum heild, fáa av at vit øll røra okkum meiri enn vit gera.
Wildeboer heldur at Friis er ov feit
Paulus Wildeboer landsliðsvenjari hjá Danmark hótti herfyri Lotte Friis við at blaka hana av landsliðnum, tí hann helt at hon var ov feit. Hetta skrivar Ekstra Bladet, og nevnir at 16 ára gamla Amalie Emma Thomsen eisini hevur fingið líknandi teldupost, við somu hóttan. Tað verður týðiligvís fylgt við í hvat tær eta, har Wildeboer nú ákærir tær fyri ikki at royna at ansa eftir hvat tær eta, við vendingum sum hesa í teldupostinum til Amalie Emma Thomsen:
“Du er meget selvisk i denne sag, og det er gået komplet ud af kontrol, og det skal stoppes med det samme. Vi ønsker at være stolte af holdet. Er du stolt af dig selv nu? Jeg tror, svaret giver sig selv. Jeg forventer dit svar i løbet af de næste 24 timer. Privat, ikke på Facebook eller tilsvarende steder.”
Continue reading Wildeboer heldur at Friis er ov feit