Viðfestur er úrslitalistin frá Reystastevnuni 2010, umframt RE-fíla til hagtalsbrúk. Ægir úr Klaksvík vunnu flest heiðursmerki á stevnuni – 11 gull, 6 silvur og 3 bronsu – meðan Reysti gjørdist nummar tvey og HS nummar trý. Mest vinnandi svimjari varð Rókur Trygvason úr Reysta við 7 gullheiðursmerkjum, meðan Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir við 5 gullheiðursmerkjum og 2 silvurheiðursmerkjum vann mest hjá gentunum.
Continue reading Úrslit frá Reystastevnu 2010
Sørensen sigur at Wildeboer er ein primadonna
Danski sportchefurin kallar landsliðvenjaran Paulus Wildeboer fyri eina primadonna, men undirstrikar sambært Ekstra Bladet at hetta skal skiljast í mest positiva týdningi. Primadonna-lýsingin er við tilvísing tey fýra sløgini av lyklastarvsfólkum sum Helle Hegn granskari á Copenhagen Business School hevur greinað seg fram til, har primadonna’in er ‘styret af et kald og ønsket om at gøre en forskel i den højere sags tjeneste. Arbejdet er en primær kilde til tilfredshed – og anerkendelse er ikke i sig selv en motivationsfaktor.’
“Paulus er svømning. Medierne har tegnet ét billede. Men skal man tegne et retvisende billede, må man også have andre sider af Paulus med, og for eksempel vil jeg godt påstå, at vi aldrig har haft en landstræner, der har lagt så megen tid og energi på at hjælpe klubtrænerne med råd og vejledning.”
USA Swimming avgjørt at fáa umskipað FINA
‘International Relations’ nevndin hjá USA Swimming avgjørdi á telefundi 15. november við 14 atkvøðum ímóti 6, at fara víðari við uppskotinum hjá John Leonard stjóra í American Swimming Coaches Association, at biðja um eina ‘massiva yvirháling’ av FINA nevndini. Leonard vísir á deyðan hjá Fran Crippen sum orsøk nokk til at fáa umskipað FINA. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.
Continue reading USA Swimming avgjørt at fáa umskipað FINA
Sørensen givið Wildeboer munnkurv
Sambært Ekstra Bladet: “Jeg har bedt Paulus holde sin telefon lukket i den her slags sager. Det er mest hensigtsmæssigt, at jeg som hans chef udtaler mig om de ting”, siger Lars Sørensen til ekstrabladet.dk.
Simma.nu/se talar nú eisini at
Bosse Hultén talar nú eisini á www.simma.nu/se at stríðnum í danskari svimjing, og peikar mest at leiðsluni í Dansk Svømmeunion. Tað er tíð at rudda fyri egnar dyr, heldur hann, og kanska eisini at rudda út skrýmslini innan úr húsinum. “Danska Simbråket 2:0” er eftir hansara tykki ein minivariantur av stríðnum hjá amerikanskari svimjing ímóti FINA, at sleppa av við pamparaveldið, og hann viðmælir tí nakrar dosur av eyðmjúkd og betri samskifti við feløgini.
“Det vore väldigt synd om den här soppan fortsätter. Dansk simning har en kvalité idag som är för bra – för att några få personer skall få sitta på sina höga hästar och försöka behålla sina maktpositioner – på bekostnad av en organisations sönderfall. Vi håller tummarna för att vinden vänder och att Dannebrogen blåser åt rätt håll !”
ÍSF vil hava okkum at verða meira tilvitað um kost
ÍSF skrivar nú her á heimasíðu síni, at “Tað er eitt kent dømi, at tann matur, sum vanliga er til keyps í ítróttahøllunum kring landið ikki er tann heilsubesti, tí franskir hotdogs og chips stuðla ikki í at fremja sítt besta, tá tey skulu á vøllin”. Tey leggja tí upp til at feløgini heldur taka til sín tað sum danir kalla “stævne-snack”, at flisa og skera frukt niður í plast-íløt, og umhugsa í hesum sambandi at lata út ‘start-pakkar’ við knívum, skeribretti og øðrum, til at leggja lag á.
Continue reading ÍSF vil hava okkum at verða meira tilvitað um kost
Flarup skeldar á Swim.dk
Fyrrverandi danski landsliðssvimjarin Michael Flarup heldur á Swim.dk lítið um úttalilsið hjá Lars Sørensen í sendingini “Lige på og Sport” í gjár, at hann (Sørensen) bara kendi til éitt tilfeldi av matarólagi í danskari landsliðssvimjing, sum tá varð viðgjørt á allan hátt rætt. Hann hevði eftir øllum at døma sjálvur trupulleikar, og lýsir støðuna til tíðir sum beinleiðis happing.
“Lars Sørensen siger, at han kun kender til et enkelt individ med spiseforstyrrelser i dansk svømning, hvilket sikkert også er rigtig nok, men måske er det mangel på viden om danske forhold? Pesonligt kender jeg flere tidligere svømmere, der under og efter deres karriere har (haft) massive problemer med vægt og dertilhørende selvværd. Det er en katastrofe, og det er mangel på respekt overfor medlemmerne af dansk svømning, at ledelsen ikke har mere følelse med hvad der foregår. Desværre er det ikke noget særsyn, for den struktur der hersker i toppen af dansk svømnings ledelse.”
Nú blandar danski forsetin seg upp í rokið
Kaj Aagard formaður í Dansk Svømmeunion skrivar nú her á svoem.dk:
“Der er for meget røre i dansk elitesvømning p.t. Det er ikke holdbart på den lange bane.”
Vi vil gerne have debat – og den får vi – men det er ikke hensigtsmæssigt for dansk elitesvømning, at den i så stor udstrækning foregår i pressen.
Continue reading Nú blandar danski forsetin seg upp í rokið
Friis sigur at hetta var millum verstu dagar í hennara lívi
Lotte Friis sigur nú við Sporten.dk, at dagurin í gjár var ein tann ringasti í hennara lívi, har tað var trupult at yppa øksl um yvirskriftir í miðlunum sum t.d. at “Lotte Friis er for fed”, og har hon var djúpt vónsvikin av at onkur hevur likið ein privatan teldupost víðari út í fyrst svimjiumhvørvi og síðani miðlarnar. Hon og landsliðvenjarin hava langt síðani tosað út um hendan teldupost, og arbeiða nú víðari fram ímóti teirra málsetningum. Og Friis sigur so sjálvt, at lægri vekt er ein av vegunum hjá henni at gerast ein betri svimjari.
“For mit vedkommende nytter det ikke noget, at jeg tager til et stævne og vejer mere, end der er ideelt for min fysik. Vægten er en faktor i svømning. Ligesom i boksning, hvor Mikkel Kessler ikke går i ringen og vejer mere, end han skal”
8 fyrrverandi landsliðssvimjarar átala nú danska strukturin
8 fyrrverandi landsliðssvimjarar hjá Danmark hava nú sent út innlegg til kjak, har tey siga seg halda at tað er serliga struktururin í Dansk Svømmeunion sum tað er galið við, heldur enn persónar. Fleiri av teimum hava verið svimjarar á NTC, og øll taka tey undir við generellu uppfatanina millum danskar seniorsvimjarar, at NTC-svimjarar verða favoriseraðir fram um aðrar svimjarar.
Continue reading 8 fyrrverandi landsliðssvimjarar átala nú danska strukturin