Lotte Friis undirskrivað stóran sáttmála við AXA

Sporten.dk avdúkar her at Lotte Friis hevur skrivað sáttmála við svensku fyritøkuna AXA, sum merkir at hon ikki longur skal stríðast við at finna pengar til at kunna liva sum úrvalssvimjari. Kelda SwimNews.dk

– Nu kan jeg begynde at opfatte mig selv som rigtig professionel. Jeg er kommet til et punkt i min karriere, hvor jeg også kan sætte til side, så jeg har noget til livet efter svømmekarrieren. Det er en kæmpe lettelse for mig det her, siger Lotte Friis til sporten.dk

Magnus 24.96 og nýtt føroyskt met í 50 firvald

Magnus Jákupsson megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met og juniormet á EJM í Beograd, við tíðini 24.96 har metið hjá honum frá í morgun var 25.00. Talan var um eina sum heild tætta finalu, har 24.78 hevði rokkið til finalupláss, 24.71 til eitt fimtapláss og 24.69 til eitt triðjapláss. Magnus varð nummar 13, aftanfyri danska Søren Dahl sum varð nummar 9 við 24.80, men frammanfyri svenska Jesper Jönsson sum varð nummar 16 við 25.02. Sí úrslitalista her.

belgrade-2011-magnus-finala

Cecilia 9:44.18 og síðst í 800 frí

Tað er tíverri ein ordiliga keðilig kombinatión, at vera langteinari og forkølað í senn. Cecilia W. Eysturdal svam tí ‘bara’ 9:44.18 í innleiðandi 800 frí í morgun, í mun til sítt føroyska juniormet á 9:30.24 frá donsku meistarastevnuni fyri ung í fjør. Hon endaði tí aftast av teimum 5 sum svumu í veikara riðlinum í morgun, har 8 skjótari so svimja í finaluni í kvøld. Vónandi er heilsan betri í morgin. Sí úrslitalista her.

Cecilia við kantin í Tašmajdan

Krista og Ragnvald koyra á víðari í Berlin

Tey bæði Krista og Ragnvald rokast enn á IPC evropameistarastevnuni í Berlin, í morgun við 100 rygg hjá Ragnvaldi har hann megnaði at svimja seg til eitt 10. pláss við 1:15.91, og 400 frí hjá Kristu har hon varð nummar 11 við 5:55.40.

Her er tað Ragnvald sum svimur 100 rygg

Og her er tað Krista sum svimur 400 frí

Framúrskarandi byrjan fyri føroysku juniorsvimjararnar í Beograd

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

BREAKING NEWS: FØROYINGUR Í SEMIFINALU TIL EJM

Føroysku juniorsvimjararnir komu í øllum góðum fram til Beograd í Serbia sunnukvøldið, eftir at hava vant nakrar dagar í langhylið í Aldershot, Onglandi. Á liðnum eru svimjararnir: Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal, Magnus Jákupsson og Heðin L. Olsen. Ferðaleiðari er Hanna í Horni og venjari er Petur Heðin á Fløtti.

Magnus við kantin í Tašmajdan

Tvey føroysk met og semifinalupláss til Magnus

Í morgun 6. juli varð so lagt til brots í minningarríka Tašmajdan svimjihylinum. Ikki kann sigast annað, enn at úrslitini gjørdist framúrskarandi frá fyrsta startskotið, í 50 m firvaldasvimjing svam Magnus 25.00, nýtt føroyskt met og eitt 12. pláss, ið merkir, at hann er í semifinaluni í kvøld. Einasti norðurlendingur, ið fekk betri tíð enn Magnus var danin Søren Dahl ið er árgang 1993 við tíðini 24.84. Magnus er í yngsta árganginum meðan Søren er í tí elsta árganginum. Eisini í 100 metra ryggsvimjing megnaði Magnus Jákupsson at seta føroyskt met og juniormet, við 58.51 har metini hjá honum frá Small States stevnuni í 2010 vóru 1:00.19. Ein flott betring av bestu tíð, sum rakk til eitt 28. pláss millum teir 44 luttakandi á EJM í Beograd
Continue reading Framúrskarandi byrjan fyri føroysku juniorsvimjararnar í Beograd

Birita 2 hundraðpartar frá juniormetinum í 100 frí

Birita Debes svam í morgun 1:01.76 í 100 metra frísvimjing á EJM í Beograd, har føroyska juniormetið hjá Ceciliu W. Eysturdal frá DÅM 2010 er 2:01.74. Cecilia sjálv svam 1:03.62, forkølað sum hon er í serbiska høvuðsstaðnum. Tær gjørdust ávíkavist nr 42 og 46 av 48 luttakandi. Sí úrslitalista her.

Birita við kantin í Tašmajdan