Ragnvald bronsu í 100 bringu á IPC EM í Berlin

ÍSB-svimjarin Ragnvald Jensen megnaði í dag at svimja seg til eitt bronsuheiðursmerki í 100 bringu á IPC evropameistarastevnuni í Berlin, við 1:13.89 aftanfyri niðurlendska Marc Evers á 1:09.61 og bretska Daniel Pepper á 1:09.95. Ragnvald venur til dagliga í FLOT, og her niðanfyri er tað venjari hansara Rúni Gaardbo sum hevur filmað. Sí úrslitalistan her.

Oyggjaleikir 2011 vóru teir bestu nakrantíð, siga vertirnir sjálvir

Formaðurin í Isle of Wight Games Association sigur at tað var eitt einmælt aftursvar frá luttakarunum á Oyggjaleikum 2011, at hesir vóru teir bestu nakrantíð. Alt gleið lætt, feedback frá hinum oyggjunum var framúrskarandi, og stuðulin frá Isle of Wight búgvum var øgiligur. Les Isle of Wight Country Press Online.

Organisers had plenty to look back and be proud of this week, as the games ran smoothly, feedback from the other islands was excellent, while the 53 medals the IW secured during the week-long competition was a new record.

IW Island Games Association chairman David Ball said: “There was a unanimous response that this was the best games yet. The other island teams returned home delighted and from an IW point of view, we were thrilled with the support from the community.

“Overall it has been a resounding success.”

Ná so tað er TÍ at tað eitur ‘bermuda-shorts’

Video frá endahátíðini á Oyggjaleikum avdúkar eina fyri meg heldur ókenda samanseting av klæðum: Blazara, skjúrtu, slips, langar hosur og shorts. Talan er um Jon Beard, formann fyri Bermuda Island Games Association, ið sum næsti fyriskipari av Oyggjaleikum tók ímóti oyggjaleikaflagginum. Eg eigi ein bláan blazara … men Lis sigur at ber knø afturvið blazara er eitt absolutt ‘no-no’ ! 🙂

iga-dresscode
Continue reading Ná so tað er TÍ at tað eitur ‘bermuda-shorts’

Magnus 2:08.88 og føroyskt met í 200 rygg

Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing, við 2:08.88 á EJM í Beograd. Tað rakk til eitt 26. pláss av 33 luttakandi, fremsti norðurlendingur við íslendska Kolbeinn Hrafnkelsson á 2:09.07, svenska Martin Nilsson á 2:12.68, og danska Andreas Schiellerup frámeldaðum. Sí úrslit her.

Klár at heppa á Magnus
Continue reading Magnus 2:08.88 og føroyskt met í 200 rygg

Fýra mans vunnu gull í 50 firvald á sveisisku meistarastevnuni

Á sveisisku meistarastevnuni síðsta sunnudag hendi tað ógvuliga sjáldsama, at 4 mans komu á mál við nágreiniligu somu tíð í 50 firvald, so at teir allir fýra gjørdust sveisiskir meistarar, uttan nakran silvur- ella bronsuvinnara. Tað vóru Christian Schneiter, Nico Van Duijin, Maximilien Bon og Adrien Perez sum vunnu gull við 25.15 … og legg her til merkis, at tað hvørki var skjótari enn teir 25.00 sum Magnus svam í innleiðandi á EJM, ella teir 24.96 sum hann svam í hálvfinaluni 🙂


Continue reading Fýra mans vunnu gull í 50 firvald á sveisisku meistarastevnuni