36-ára gamla svenska svimjidrotningin Therese Alshammar átti son sín Fred fyri 8 mánaðum síðani, men venur nú aftur miðvíst fram ímóti OL í Rio í 2016, at royna at vinna tað eina OL-gullið sum hon hóast so nógv góð úrslit á heimsstøði ikki enn hevur vunnið. Her er eitt frálíkt innslag hjá svenska sjónvarpinum, har tey tosa við hana og venjaran/partnaran Johan Wallberg.
Heiðursmerki eisini sunnudag á RIG 2014
Føroyingarnir hildu góða stiman eisini sunnudag á Reykjavík International 2014, við heiðursmerki bæði millum tey yngru og tey eldru. Um morgunin vann Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag sær bronsuheiðursmerki í 100 metra frísvimjing og Maria Antoft eisini úr HS sær silvurheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, báðar í árganginum 2000 og yngri. Og um kvøldið vunnu Cecilia Eysturdal úr Ægir og Óli Mortensen úr HS gull í ávíkavist 400 og 200 metra frísvimjing, umframt at Markus Joensen úr HS vann silvur í 50 metra frísvimjing, og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard bronsu í 100 metra frísvimjing. Afturat hesum vunnu Óli og Cecilia gávur fyri at hava rokkið ávíkavist næstbesta og fjórbesta FINA-stig, har fimm tey bestu vórðu heiðraði. Saman um tikið vóru føroyingarnir sera væl nøgdir við luttøkuni á RIG 2014. Sí úrslit her á aegir.is
(Topp 5 í FINA stigum fáa gávur. Jón Bjarnason eigur myndina)
Portugisiskur landsliðsvenjari til Havnar Svimjifelag
Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag
Svimjarar í Havnar Svimjifelag kunnu gleða seg til at fáa ein væl skikkaðan venjara, nú nevndin í felagnum hevur gjørt sáttmála við portugisiska landsliðsvenjaran ígjøgnum seks ár, Rui Magalhães.
(Á myndini heilsast nýggi høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Rui Magalhães, og formaðurin í felagnum, Erling Eidesgaard, eftir at hava undirskrivað sáttmála.)
Continue reading Portugisiskur landsliðsvenjari til Havnar Svimjifelag
Heiðursmerki eisini leygarkvøldið á RIG 2014
Føroysku svimjararnir vunnu sær nøkur heiðursmerki afturat í gjár, tá ið tey í finalupartinum í gjárkvøldið kappaðust um heiðursmerkini í opna bólkinum. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag vann við tíðini 27.49 bronsu í 50 metra firvald, eftir at hava svomið 27.12 í innleiðandi riðlunum, og liðfelagin Óli Mortensen gull í 400 metra frísvimjing við tíðini 4:06.75. Maria Antoft eisini úr HS vann sær við tíðini 1:14.22 eitt triðjapláss í B-finaluni í 100 metra rygg, ivist tó í um tað eisini gav heiðursmerki. Og Cecilia Eysturdal úr Ægir vann sær í 200 metra frísvimjing eitt silvurheiðursmerki, tá ið hon svam teinin uppá 2:10.32. Úrslitalistarnir síggjast her á aegir.is
Enn fleiri heiðursmerki til føroyingarnar á RIG 2014
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjfelag vann sær í morgun eitt gullheiðursmerki afturat á Reykjavík International Games 2014, tá ið hon vann kappingina fyri tær árgang 2000 og yngri í 200 metra frísvimjing. Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag vann sær silvur í 100 metra bringusvimjing, og Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag eitt silvur í 100 metra ryggsvimjing, eisini í yngra bólkinum, meðan Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam seg víðari til finalu í 400 metra frísvimjing, við bestu tíð av øllum.
(Vár ovast í 200 frí)
(Hugin silvur í 100 bringu)
(Maria silvur í 100 rygg)
Jón Bjarnason eigur myndirnar
Vár og Hugin vunnu eisini á RIG 2014
Nú var eg nakað skjótur við hasum fyrra … tað vísir seg at har varð eisini kappast í aldursbólki 2000 og yngri, og har vórðu finalurnar avgreiddar eisini á teinunum stytri enn 800. í 50 metra bringusvimjing fyri dreingir árgang 2000 og yngri vann Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag silvur, og í 50 metra frísvimjing fyri gentur árgang 2000 og yngri vann Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gull. Til lukku við teimum!
(Vár E. Eidesgaard ovast á sigurskamlinum í Reykjavík)
(Hugin Næs Lave heilsar suðuroyingum úr Reykjavík)
Jón Bjarnason eigur myndirnar
Óli og Marius gull og bronsa í 1500 á RIG 2014, Cecilia gull í 800
Teir báðir Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag megnaðu í dag at vinna sær gull- og bronsuheiðursmerki á Reykjavík International Games 2014, tá ið teir í 1500 metra frísvimjing svumu teinin uppá ávikavist 16:23.73 og 17:24.17. Og Cecilia Eysturdal úr Ægir vann heldur óvæntað gull í 800 metra frísvimjing, tá ið hon við tíðini 9:21.85 vann á annars klára favorittinum Inga Elin Cryer.
(Óli og Marius á heiðursmerkjapallinum í Reykjavík)
Hetta var í beinleiðis finalu, meðan aðrir svimjarar á styttri teinunum svumu seg víðari til finalur í morgin. Beinta P. Debes er við tíðini 34.54 víðari til B-finalu í 50 metra ryggsvimjing, Markus Joensen í A-finalu í 50 firvald við tíðini 27.12, Marius Gardshodn í B-finalu í somu grein við 28.23, Markus eisini í A-finalu í 50 frí við tíðini 25.39 og Janus Eystberg her í B-finalu við 26.95, og Lív Eidesgaard við tíðini 28.83 í A-finalu í 50 frí.
Sí úrslitini her á aegir.is
(Cecilia ovast á pallinum í Reykjavík)
Yuliya Efimova testað positiv fyri doping
Svimjiheimurin eksploderar í løtuni við søguni um at russiski bringusvimjarin Yuliya Efimova í ófráboðaðari dopingtest í oktober varð testað positiv fyri dehydroepiandrosterone. B-royndin er sambært sovsport.ru ikki kannað enn, men dómurin fyri hetta kann lættliga verða 2 ára karantenu, umframt at hon í so fall missur heiðursmerkini frá EM í Herning, har hon vann gull í 50 og 200 metra bringusvimjing, umframt silvur í 100 bringu, og Rikke Møller Pedersen verður so nýggjur evropameistari í 200 metra bringusvimjing. Efimova er russisk men venur í USA, hjá Dave Salo har eisini Mads Glæsner svimur.
So er tað Reykjavík International Games 2014
Í dag byrjar svimjistevnan á Reykjavík International Games 2014, við eisini føroyskari luttøku. Bestu møguleikar fyri heiðursmerkjum hava teir báðir Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag, sum liggja til ávíkavist gull og bronsu í 1500 metra frísvimjing, umframt Cecilia Eysturdal úr Ægir sum liggur til silvur í 800 metra frísvimjing.
Startlistarnir síggjast her á aegir.is
Continue reading So er tað Reykjavík International Games 2014
Føroysk luttøka á NEG 2014
Sviar eru hetta vikuskiftið vertir fyri stórari ráðstevnu í Lund í Svøríki, har eisini føroyingar luttaka. Talan er um “Nordic and International Learn to Swim” ráðstevnuna sum vit í Føroyum hýstu í 2012, og sum í 2010 var í Asker í Noregi, umframt eini enn meira ambitiøsari “World Aquatic Development Conference“, sum “Swedish Center for Aquatic Research” har í Lund skipar fyri. Úr Føroyum luttaka tey bæði Rúni Gaardbo og Jórun Eið, sum heilsa at har hava verið nógvir áhugaverdir fyrilestrar.