Sum tit kunnu lesa her á fina.org, so hevur altjóða kærudómstólurin CAS avgjørt at Mads Glæsner skal ikki missa heimsmeistaraheitið í 1500 metra frísvimjing á HM í Istanbul í 2012, hóast hann tveir dagar undan varð tikin í dopingtest. Hetta tí at einki varð funnið í testini hjá honum eftir finaluna í 1500 frí.
Mads Glæsner missur sostatt ‘bara’ bronsuna í 400 metra frísvimjing hin 14. desember 2012, men ikki gullið í 1500 frí hin 16. desember 2012. Og Pál fer harvið aftur til at hava vunnið bronsu, heldur enn silvur, aftanfyri Mads Glæsner og italska Gregorio Paltrinieri.

Danir fegnast sjálvsagt; her á svoem.dk verður stjórin í danska svimjisambandinum Pia Holmen endurgivin fyri at siga:
“Udover, at vi har fået et verdensmesterskab retur, så glæder jeg mig over det principielle i sagen. At Mads Glæsner vælger at appellere sagen, hænger meget stærkt sammen med hans retfærdighedssans. Det har været en lang sej kamp og en helt sikker forfærdelig ventetid. Men familien har holdt fast, og nu kommer belønningen endelig. Det kan jeg naturligvis kun glædes over. Det er dejligt for Mads Glæsner, men det er så sandelig også samtidig dejligt for dansk elitesvømning. Når sådan en god nyhed tikker ind, bliver vi alle både glade og lettede i hele organisationen.”
Continue reading Mads Glæsner vann kæru ímóti FINA, nú aftur 2012 heimsmeistari í 1500 frí