Pál 15:26.86 og gull í 1500 frí á Østdanske Langbanemesterskaber

Pál Joensen vann sum væntað gull eisini í 1500 metra frísvimjing á eysturdonsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið teir fyri løtu síðani avgreiddu hesa kapping í ‘East Kilbridge Badet’ í Ballerup. Hann førdi allan vegin til endaliga úrslitið 15:26.86, frammanfyri Anton Ørskov Ipsen á 15:39.38 og Mads Holm á 16:35.14. Sí úrslitalistan her.

Frans Johannesen luttók ikki í 1500 frí á tilsvarandi vesturdonsku meistarastevnuni í Odense, men vann hinvegin silvur í 100 frí við tíðini 53.31, og silvur í 200 blandað við tíðini 2:09.82.

Magnus Jákupsson hevur sambært vælvitandi keldu valt ikki at luttaka á hesum landsparta-meistarastevnum, fyri heldur at fokusera uppá fyrst luttøku við Great Danes liðnum á Mom Meet Marseilles í Fraklandi, komandi vikuskiftið, og síðani Danish Open síðst í mars mánaða.

Hann luttók tó í 4×100 blandað stafettini hjá Sigma nú seinnapartin, har hann sum fyrsti svimjari svam 100 rygg uppá 58.45 sekund, sum var klárt skjótasta tíð av teimum sum svumu rygg, og har samlaða liðið hjá honum endaði við at vinna silvur.

Pál 8:05.62 og gull í 800 frí á Østdanske Langbanemesterskaber

Pál Joensen vann sum væntað kappingina í 800 metra frísvimjing á eysturdonsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í kvøld svam teinin uppá 8:05.62, frammanfyri Anton Ørskov Ipsen á 8:12.37 og Mads Holm á 8:44.77. Tilsvarandi úrslit á vesturdonsku meistarastevnuni vóru Viktor B. Bromer gull við 8:25.24, Frans Johannesen silvur við 8:37.06 og Nicolas Blanch bronsu við 8:41.46. Hetta er alt mitt í tungari venjing, fram í móti Danish Open í mars mánaða, sum samstundis er úttøkustevna hjá dønum til EM í Berlin í august.

Pál 1:52.87 og silvur í 200 frí á Østdanske Langbanemesterskaber

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani til eitt silvurheiðursmerki á eysturdonsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:52.87, eitt vet aftanfyri Magnus Westermann á 1:52.68 og knøpp 2 sekund frammanfyri Sebastian Ovesen á 1:54.72. Á vesturdonsku útgávuni av somu stevnu vann Frans Johannesen hesa kapping við tíðini 1:53.44, frammanfyri Anton Bromer á 1:56.78 og Kasper Schultz á 1:58.38. Pál og Frans skulu eftir ætlan báðir royna seg í 800 metra frísvimjing um eina løtu, har Pál hevur bestu tilmeldingartíð í eystri, og Frans á sama hátt í vestri.

Pál 3:54.64 í 400 frí og gull á Østdanske Langbanemesterskaber

Pál Joensen megnaði í kvøld at vinna gull á eysturdonsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:54.64, har silvurvinnarin Anton Ørskov Ipsen svam 3:58.16 og triði Magnus Sloth Poulsen 4:10.91. Tað var Pál fremst allan vegin, og eisini væl skjótari enn tilsvarandi finalan á vesturdonsku meistarastevnuni, har Viktor B. Bromer vann við 4:01.10, Frans Johannesen vann silvur við 4:03.16 og Anton Bromer varð nummar trý við 4:09.70.

Magnus Jákupsson, Frans Johannesen og Pál Joensen á Danish Open 2012 í Bellahøj. René Thomsen eigur myndina.

Frans Johannesen vann sær eisini eitt bronsuheiðursmerki í 50 metra frísvimjing, tá ið hann svam teinin uppá 24.44, har Emil Skovfoged Gregersen vann við 24.05 og Kasper Schultz varð nummar tvey við 24.44. Magnus Jákupsson var á eysturdonsku meistarastevnuni tilmeldaður í 50 frí og 50 rygg, har hann tó av einhvørjari orsøk endaði við ikki at luttaka.

Úrslit frá BankNordik stevnuni í Vági hin 22. og 23. februar 2014

Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik-stevnuni í Vági, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri nú í vikuskiftinum. Suðuroyingar heilsa at tað var ein lang men góð kapping, sum longdin á úrslitalistunum eisini avspeglar.

Hesin svimjari svam seg til silvurnál

  • Niels Nattestad (HS) – 9:07.44 í 800m frí

Og hesar til bronsunál

  • Lea Høgnadóttir Hammer (HS) – 0:33.41 í 50m frí
  • Alisa Vestergård (Susvim) – 0:33.56 í 50m frí

Svimjisambandið á vitjan í Klaksvík

Umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru í kvøld har norðuri í Klaksvík, at hitta nevnd og foreldur í Ægir, og tosa um tær avbjóðingar sum vit í felag hava. Í Klaksvík er avbjóðingin í løtuni serliga umvælingin av høllini, sum ávirkar umstøðurnar at bjóða serliga yngru svimjarum venjing. Men hesin partur er vónandi liðugur í summar, og so er at herja á í heyst.

Svimjisamband Føroya á vitjan í Fuglafirði

So er Svimjisamband Føroya farið undir árliga rundtúrin til føroysku svimjifeløgini, sum í ár byrjaði við at vitja Fuglafjarðar Svimjifelag í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Prátað var serliga um tað at so nógvir svimjarar gevast um 12 ára aldur, og um vit tí onkunsvegna kunnu gera tað meira áhugavert fyri hesar aldursbólkar. Støðan tykist annars heilt góð í Fuglafirði, har tey høvdu góða uppmøting til aðalfundin herfyri, og eru væl fyri við lívbjarging og undirvísing í merkjaskipanini. Sum heilt ein fínur fundir; í morgin er tað so Ægir í Klaksvík.

Føroyingar væl fyri á donskum meistarastevnum á langgeil

Nú síðst í februar fara danir at avgreiða sínar økismeistarastevnur á langgeil – Vestdanske Langbanemesterskaber í Odense og Østdanske Langbanemesterskaber í Ballerup – sum upptakt til Danish Open sum verður í Bellahøj síðst í mars mánaða. Og tað er ikki frítt at føroyingar og svimjarar av føroyskum uppruna liggja væl fyri eisini her.

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012 í Bellahøj. René Thomsen eigur myndina)

Í Odense er tað serliga Frans Johannesen sum ger um seg, við bestu tilmeldingartíð í 200, 400 og 800 metra frísvimjing, umframt 2. bestu í 100 frí og 200 blandað, 5. bestu í 50 frí og 8. bestu í 200 firvald. Hartil Guðrun Mortensen, sum hevur næstbestu tilmeldingartíð í 50 frí og 3. bestu í 100 frí. Sí startlistan her.

Og í Ballerup eru tað teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson; Pál við bestu tilmeldingartíð í 200, 800 og 1500 frí, umframt næstbestu í 400 frí, og Magnus við bestu tilmeldingartíð í 50, 100 og 200 rygg, umframt bestu í 100 firvald og næstbestu í 50 frí. Sí startlistan her.