Hvørji mál skulu vit seta okkum fram til ár 2020 ?

Nú ÍSF í ovurmorgin skipar fyri evnisdegi um framtíðina hjá føroyskum ítrótti, haldi eg tað hevði verið áhugavert at hoyrt hvat ið tit svimjiáhugaðu halda eigur at gerast. Kanska okkara umboð fáa onkur góð ráð, at taka við á fundin.

Persónliga haldi eg at góðkenning sum olympisk tjóð eigur at vera rættiliga ovarliga raðfest. Kann vera grovur og siga ‘ovarligari enn verandi raðfesting hjá ÍSF’, tí Heðin & co hava jú arbeitt við málinum í 20 ár nú uttan at koma nakran veg.

Hartil haldi eg at ítrótturin eigur at fáa størri rásarúm í dagligdegnum, so at skilja at tað skal verða lættari hjá føroyskum ungdómum at íðka elitu-ítrótt og (samstundis) nema sær útbúgving ella arbeiða. Vit hava tørv á eini føroyskari Team Danmark loysn, við møguleika fyri at strekkja t.d. studentaskúlaútbúgvingina yvir 4 ár, og stuðulsskipanum til at kompensera fyri at tey ofta hava tørv á at flyta nærri at skúla- og venjingarumhvørvi, og ikki hava tíð til arbeiði við síðuna av skúla og venjing.

Og ja (nú bleiv tað alt til pengar), tey mugu eisini kunna fáa fíggjarligan stuðul til at fara uttanlanda at fáa ta serkønu hjálp sum vit ikki hava í Føroyum, ella at fáa hesa hjálp heim til Føroyar. Elituítróttur er hátøkni í dag, har tey í útheiminum rutinumessiga nýta serfrøði sum vit ikki hava í Føroyum, innan til dømis fysiologi og biomekanikk og ítróttirnar yvirhøvur, til at staðfesta hvussu hvørt einstaka ítróttarfólk best venur seg fram til toppform.

Á líknandi hátt má ein skaðafyribyrgjandi instansur vera tøkur til allar elituíðkarar í Føroyum, sum kann steðga ítróttarskaðunum áðrenn teir yvirhøvur verða til. ‘Fysiologisk screening’, sum tað eitur á fínum máli. Og sjálvsagt tó so eisini eitt apparat sum (beinanvegin) kann taka sær av teimum ið allíkavæl fáa skaða.

Og so eiga vit kanska yvirhøvur at stuðla upp undir at børnini sum heild verða meira fysiskt aktiv, við royndum innan so nógvar ítróttir sum gjørligt. Vit skulu ikki ræðast at spesialisera tey í ungum aldri, men mugu tryggja okkum at tey áðrenn tað er ‘fysisk alsidig’ innan so nógvar greinar so gjørligt, so at teirra motorikkur ikki seinni verður ein forðing í sergreinini. Til dømis er tað at bólta rút ein hornasteinur undir at kunna gera eina ordiliga saltovending í svimjing, og fimleikur er tí (eisini) týðandi fyri svimjing.

Børn skulu røra seg, eisini so at tey yvirhøvur vera sunn og sterk. Vit hava brúk fyri kempum í Føroyum, sum koma til ítróttin við evnum til at gera ‘alt’, og sum eru djørv og sterk í høvdinum eisini. Vit skulu ikki pressa børnini, men fáa tey sjálvi at ynskja at verða so góð sum yvirhøvur gjørligt, innan alt sum tey ynskja at takast við.

Hatta var mín meining 🙂

Hvat halda tit ?

Vón fyri OL allíkavæl?

Á forsíðuni av heimasíðuni hjá ÍSF stendur nú at Schandorff Vang skal vera dómari fyri Føroyar í bogaskjóting á Olympisku Leikum í 2008. Góð tíðindi fyri okkum føroyingar, tí um Føroyar eru góðkendar sum olympisk dómaratjóð, er so ikki vón fyri at ítróttarfólk eisini sleppa at luttaka ein dag?
Continue reading Vón fyri OL allíkavæl?

Heilsan frá Brian Marshall

Landsliðsvenjarin Brian Marshall hevur beint nú sent ein rættiliga áhugaverdan teldupost til okkum fyrstaliðsvenjarar, um úttøku til NJM og evropeisku meistarakappingina í desember. Tað vísir seg at hørðu kravtíðirnar til NJM og EM ikki útiloka at onnur verða tikin út, men heldur lýsa hvørji sum eru vís í at sleppa við.

Til NJM ætlar Marshall at føroyska liðið skal vera millum 8 og 10 svimjarar. Tey sum hava klárað kravtíðina eru automatiskt úttikin, meðan restin so verður vald út alt eftir hvussu væl tey hava svomið í ár. Seinasta freist at prógva seg, er á svimjistevnuni í Vági, 17.-18. november.

Til EM ætla tey at taka út 2 dreingir og 2 gentur, við støði í FINA stigum, og aftur er svimjistevnan í Vági seinasta freist.

Eini onnur áhugaverd tíðindi í teldupostinum eru, at tey frá januar av ætla at hava ein dátugrunn og ‘rang-lista’ á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, til at kunna fylgja við í hvussu svimjararnir klára seg í mun til hvønn annan, og sum motivatión.

Silva Cup flutt

Teldupostur frá Reka …

Hey Øll

Sum teimum flestu kunnugt er UM flutt eina viku,. Tað førður við sær, at Silva Cup somuleiðis er flutt, nær er ikki avgjørt enn (møguluvís 24. nov.). Men tað eru ongar broytingar í kappingini, og eg vil sera gjarna hava tilmeldingarnar nú. Um broytingar vera áðrenn kappingina, kann tað skjótt broytast. So sendi endliga inn….

Reki

Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu

Sosialurin skrivaði í gjár í grein um Pál Joensen, at “Fjølmiðlar í Svøríki hava skrivað nógv um donsku meistaraheits kappingina, og millum annað skriva teir um ymsu góðu úrslitini hjá donskum seriorum, og so um hesu fantastisku føroyingarnar í unglingakappingunum”. Nakar sum veit akkurát hvar hetta stendur?
Continue reading Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu

Nystrand ætlar sær at seta heimsmet nú

Sviin Stefan Nystrand er ikki bangin av sær, nú hann meldar út at hann ætlar sær at taka stuttbanaheimsmetið í 100 frí frá suðurafrikanska Roland Schoeman, á World Cup stevnuni í Berlin 16.-17. november 2007. Metið er 46.25. Kanska man átti at farið ein túr til Berlin at hugt at svimjing 🙂

UM í klaksvík 10-11 nov

 

Innbjóðing UM 2007, NS-Stevnu.

 

Við hesum ein innbjóðing til UM 10-11 nov. 2007.

Kappingin er fyri bólkarnar 3,og eldri,  UM vinnararnir verða sjálvandi funnir millum svimjarar í bólki 3- 4&5.

 

Tilmeldingarfreistin er sett til Mikuhvøldi kl 18.00

Frámeldingarfreistin er sett til hóskvøldið kl 18.00.

 Tað verður ongin venjara fundur. til-frámeldingar skullu

verða árðin,omanfyri nevnt.

Hvørt felag møtir við 3 hjálparfólkum

 

Hjálparfólkafundur og upphiting verður leygarmorgunin kl 8.00 í Ægirhølinum . Kappingin byrjar kl 9.00.

Leygardagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 15.00. Kappingin byrjar kl 16.00.

Sunnudagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 13.00. Kappingin byrjar kl 14.00

 

Tilmeldigarnar skulu sendast til reisim@post.olivant.fo

 

Vinarlig

v Ægir

Evald & Reidar


PS. Gev gætur at svimjarar eldri enn bólkur 5 eisini hava loyvi at luttaka, sjálvsagt ikki um unglingameistaraheitini, men ífall tey ætla sær at klára tíðir til landslið og líknandi.

 

 

 

Pál undir 4 minuttir í 400 frí

Minuttirnir eru altíð nakað heilt serligt, og tað er tí ógvuliga stórt at Pál nú sum fyrsti føroyingur hevur svomið undir 4 minuttir í 400 frí, á DKM í Greve.  Lesið á sport.fo ella hyggið at úrslitalistanum her á livetiming.se. Tíðin er sjálvsagt føroyskt met, og sport.fo boðar eisini frá at Elspa Mørkøre skar eitt heilt hálvt minutt av sínum føroyska meti í 50 rygg, sum annars bara er 1½ mánaða gamalt.