Enn eitt met til Pál

DSC_0073Ja so kláraði hann eisini at seta føroyskt met í 400 blandað. Kristian Martin Joensen átti gamla metið á 4:39.08 frá 1997, men í dag svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag teinin á 4:37.01. Sjálvsagt ógvuliga ógvuliga flott av vágbinginum, um enn vit eftirhondini bara vænta meira og meira av honum.

Sum viðfesta mynd vísir, so stóð Kristian Martin sjálvur á kantinum og heppaði á Pál Joensen, tá ið Pál tók metið. Soleiðis er tað lukkutíð í føroyskari svimjing; at svimjararnir gjarna vil eiga metið eina løtu, men so eisini ynskja at tey verða tikin aftur. Vit skulu jú helst gerast betri og betri allatíð, so at okkara svimjarar ein dag kunnu standa seg móti heimsins kempum.

Og hvør veit, kanska er tann dagur her longu 1. desember, tá ið Pál og Kári og hini skulu kappast á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2007, á heimabana í Tórshavn. Man torur einki at vænta, tí bara éitt gullmerki hevði verið óhugsandi fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Meen men… um vit hyggja at tíðunum, og at tíðunum hjá hinum… so sær tað gott út 🙂

Pál sett met í 200 blandað

DSC_0163Pál Joensen úr Vági heldur á at svimja skjótt, nú hann á UM í dag svam nýtt føroyskt met í 200 blandað við tíðini 2:11.33. Hetta var nærum eitt sekund betri enn gamla metið á 2:12.19, sum Kristian Martin Joensen setti í 1997; og venjarar á kantinum hildu at har avgjørt er møguleiki fyri at hann í morgin fer at taka metið eisini í 400 blandað frá Kristian Martin Joensen.

Harvið eru skjótt eingi met eftir hjá harkaliðnum úr 90-unum, og ættarliðsskiftið tí nærum fullfíggjað. Pál er so mikið góður firvaldasvimjari, at hann man fara at kunna taka metini í 50 og 100 firvald eisini, ella pressa onkran av hinum kempunum frá í dag til at seta met. Og so er bara, ‘bara’ bringuteinarnir eftir, har metini hjá Asbjørn Hansen, Inga Andreasen og Høgna T. Hansen spøkja.

Annars var hetta aftur ein heldur friðarligur dagur á UM, tá ið man sær burtur frá Pál Joensen. Uppmøtingin er ikki serliga góð til hesa unglingameistarastevnu – heldur ikki hóast seniorarnir eisini eru bjóðaðir við – og stemningurin er yvirhøvur rættiliga avdempaður. Kappingin koyrir heilt ókey, men har manglar eitt sindur av kríggi á kantinum,og har eru kanska í so fáar veruligar holmgongur millum svimjarar. Kanska tað kemur í morgin 🙂

Hvørji mál skulu vit seta okkum fram til ár 2020 ?

Nú ÍSF í ovurmorgin skipar fyri evnisdegi um framtíðina hjá føroyskum ítrótti, haldi eg tað hevði verið áhugavert at hoyrt hvat ið tit svimjiáhugaðu halda eigur at gerast. Kanska okkara umboð fáa onkur góð ráð, at taka við á fundin.

Persónliga haldi eg at góðkenning sum olympisk tjóð eigur at vera rættiliga ovarliga raðfest. Kann vera grovur og siga ‘ovarligari enn verandi raðfesting hjá ÍSF’, tí Heðin & co hava jú arbeitt við málinum í 20 ár nú uttan at koma nakran veg.

Hartil haldi eg at ítrótturin eigur at fáa størri rásarúm í dagligdegnum, so at skilja at tað skal verða lættari hjá føroyskum ungdómum at íðka elitu-ítrótt og (samstundis) nema sær útbúgving ella arbeiða. Vit hava tørv á eini føroyskari Team Danmark loysn, við møguleika fyri at strekkja t.d. studentaskúlaútbúgvingina yvir 4 ár, og stuðulsskipanum til at kompensera fyri at tey ofta hava tørv á at flyta nærri at skúla- og venjingarumhvørvi, og ikki hava tíð til arbeiði við síðuna av skúla og venjing.

Og ja (nú bleiv tað alt til pengar), tey mugu eisini kunna fáa fíggjarligan stuðul til at fara uttanlanda at fáa ta serkønu hjálp sum vit ikki hava í Føroyum, ella at fáa hesa hjálp heim til Føroyar. Elituítróttur er hátøkni í dag, har tey í útheiminum rutinumessiga nýta serfrøði sum vit ikki hava í Føroyum, innan til dømis fysiologi og biomekanikk og ítróttirnar yvirhøvur, til at staðfesta hvussu hvørt einstaka ítróttarfólk best venur seg fram til toppform.

Á líknandi hátt má ein skaðafyribyrgjandi instansur vera tøkur til allar elituíðkarar í Føroyum, sum kann steðga ítróttarskaðunum áðrenn teir yvirhøvur verða til. ‘Fysiologisk screening’, sum tað eitur á fínum máli. Og sjálvsagt tó so eisini eitt apparat sum (beinanvegin) kann taka sær av teimum ið allíkavæl fáa skaða.

Og so eiga vit kanska yvirhøvur at stuðla upp undir at børnini sum heild verða meira fysiskt aktiv, við royndum innan so nógvar ítróttir sum gjørligt. Vit skulu ikki ræðast at spesialisera tey í ungum aldri, men mugu tryggja okkum at tey áðrenn tað er ‘fysisk alsidig’ innan so nógvar greinar so gjørligt, so at teirra motorikkur ikki seinni verður ein forðing í sergreinini. Til dømis er tað at bólta rút ein hornasteinur undir at kunna gera eina ordiliga saltovending í svimjing, og fimleikur er tí (eisini) týðandi fyri svimjing.

Børn skulu røra seg, eisini so at tey yvirhøvur vera sunn og sterk. Vit hava brúk fyri kempum í Føroyum, sum koma til ítróttin við evnum til at gera ‘alt’, og sum eru djørv og sterk í høvdinum eisini. Vit skulu ikki pressa børnini, men fáa tey sjálvi at ynskja at verða so góð sum yvirhøvur gjørligt, innan alt sum tey ynskja at takast við.

Hatta var mín meining 🙂

Hvat halda tit ?

Vón fyri OL allíkavæl?

Á forsíðuni av heimasíðuni hjá ÍSF stendur nú at Schandorff Vang skal vera dómari fyri Føroyar í bogaskjóting á Olympisku Leikum í 2008. Góð tíðindi fyri okkum føroyingar, tí um Føroyar eru góðkendar sum olympisk dómaratjóð, er so ikki vón fyri at ítróttarfólk eisini sleppa at luttaka ein dag?
Continue reading Vón fyri OL allíkavæl?