Úrslit frá HS stevnuni 1. mars

Viðfestur er endaligi úrslitalistin umframt RE-fíla til WinGrodan. Úrslitið varð at Susvim vann HS stevnuna við 13 gullheiðursmerkjum, 12 silvur og 15 bronsu. Ægir varð nr 2 við 9 gull, 14 silvur og 9 bronsu, meðan Havnar Svimjifelag varð nr 3 við 8 gull, 4 silvur og 3 bronsu. Besti svimjari var Jóhannes Agnarsson úr HS, sum vann 7 gull og 1 silvur.

DSC_0040 Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 1. mars

Innbjóðing til Ægir National 2008

Hey øll somul.

Viðheft er innbjóðing og grodan fíla til Klaksvík National, sum verður leygardagin 15. mars.
Leggið merki til, at innleiðandi er avmarkað til tveir riðlar pr. bólk pr. kapping. Eg sendi startlistan út mánadagin 10. mars, so tit síggja hvussu landið liggur viðv. hvørji skulu manna riðlarnar.

vh
Johan Martin Continue reading Innbjóðing til Ægir National 2008

PopSci um nýggju Speedo LZR Racer draktirnar

Popular Science hevur eina rættiliga áhugaverda grein her á popsci.com, um nýggju svimjidraktirnar hjá Speedo. Eftir øllum at døma vórðu hesar draktir brúktar, tá ið Eamon Sullivan herfyri setti heimsmet í 50 frí, Natalie Coughlin í 100 rygg og Kirsty Coventry í 200 rygg.


Continue reading PopSci um nýggju Speedo LZR Racer draktirnar

2 heimsmet til Japan í dag

Japanska Reiko Nakamura hevur sett heimsmet í 200 rygg, og Yuko Nakanishi í 200 firvald, tá ið tær í dag svumu ávikavist 2:03.24 og 2:03.12 á japansku stutthyljameistarastevnuni í Tokyo. Tær fingu hvør sínar 2 milliónir yen (umleið 93.000 krónur) frá sponsorinum av stevnuni, fyri at seta hesi heimsmet. Kosuke Kitajima var eisini heilt nær at seta heimsmet í 100 bringu, tá ið hann svam fyrst 57.89 í innleiðandi og síðani 57.62 í finaluni (heimsmetið er 57.47). Lesið her á SwimInfo.

Fyrsta ungdóms-OL verður í Singapore í 2010

Singapore vann á Moskva, og harvið verða fyrstu olympisku leikir fyri ungdómar í Singapore ár 2010. Eg má viðganga at eg havi ikki hoyrt um ungdóms-OL fyrr enn nú, men eftir øllum at døma er hetta ein ætlan hjá altjóða olympisku nevndini IOC at røkka betri út til tey ungu eisini. Lesið her á SwimNews.

Nýtt evropeiskt met í 100 rygg hjá kvinnum

Russiska Anastasia Zueva svam fyri fyrst ferð undir minuttin í 100 rygg á langbana í gjár, tá ið hon á stevnu í Russlandi tók evropeiska metið hjá Laure Manaudou á 59.87 við tíðini 59.64. Harvið er hon triðskjótasta kvinna nakrantíð, og einans ein av fýra sum hava svomið undir minuttin í 50m hyli. Lesið her á SwimInfo.

Myndir frá Ægir stevnuni

Mínar myndir frá Ægir stevnuni kunnu síggjast her á Flickr.com.

DSC_0149

Eg var tíverri ikki til staðar tá ið ‘old boys’ svumu, men Reidar hevur lukkutíð myndir av tí her á susvim.com.

Hendan er frá tá ið Søren enn hevði ein kjans …

Og hendan er prógv um at hann faktiskt kom á mál, hóast óndar tungur vilja vera við at tað ikki var so …

(Forrestin flott av Símuni at heppa uppá hann.)