2 føroyskt met á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í gjár

Kári J. á Høvdanum betraði um sítt føroyska met í 100 rygg, við at svimja 56.91, har metið hjá honum var 57.41. Og Pál Joensen strikaði metið hjá Asbjørn Hansen í 100 firvald, við at svimja 58.74 har metið hjá Asbjørn var 58.95. Lesið her av susvim.com.

Kunning SUM 2008

Viðvíkjandi SUM sum verður í døgunum 25 og 26 apríl í Vagi.

Fríggjadagin 25 apríl
Upphiting kl 16
Kapping byrjar kl 17

Leygardagin 26 apríl
Upphiting kl 08
Kapping byrjar kl 09

Hugnaløtan sum skuldi verða fríggjakvøldið, verður í staðin leygardagin tá stevnan er enda.

Vinarliga

SSF Svimjinevndin

Zandberg droppar Arena

Suðurafrikanski Gerhard Zandberg sigur nú at hann ikki fer at kappast á olympisku leikum í sínari drakt sponsorerað av Arena, men heldur gjalda tær 3000 evrurnar í bót til at kunna svimja í Speedo. ‘Eg fari ikki at skaða mínar møguleikar’. ‘Hvat eru 3000 evrur?’, við tilvísing til at eitt OL heiðursmerki hevur nógv meira virði.

Magnini slapp ikki at svimja í nýggju Arena R-Evolution draktini í teimum 100 frí á HM, tí at FINA ikki vildi góðkenna hana fyrr enn í juni. Hann valdi tí heldur at svimja í Speedo, og var yvirhøvur nøgdur við hana, hóast hann bara varð nummar tvey í kappingini. Segði at tað var gott at kunna vera á hædd við hinar, um enn hann væntar at hann hevði kunnað sett heimsmet í nýggju Arena draktini.

Eftir er so at síggja hvat aðrir svimjarar velja at gera fram til OL. Sambært Associated Press so hevur franska Manaudou sponsoravtalu við Arena. Brendan Hansen, Aaron Piersol, Jason Lezak og Kaitlin Sandeno hava avtalu við Nike, men her sigur høvuðsvenjarin Schubert at hann fer at biðja allar amerikanskar svimjarar um at svimja í Speedo. Japanar svimja í Mizuno.

Eingin ivi um at draktin hjálpir

Craig Lord á SwimNews samanbar úrslitini hjá 450 svimjarum í topp 20 á heimsmeistarastevnuni, sum nú svumu í Speedo LZR Racer, við hvussu skjótt tey hava svomið áðrenn. 400 av teimum høvdu betrað seg millum 1,6 og 2,3 prosent. Lagt fyri ein vin sum eisini er professari ið arbeiðir dagliga við sannlíkindum, var svarið klárt: Without a shadow of a doubt … if you have that kind of result in a medical experiment, you’d be looking at ‘case proven’. Lesið her á SwimNews. Continue reading Eingin ivi um at draktin hjálpir

6 heimsmet afturat í Manchester

Eg listi tey bara skjótt upp her, tí hetta verður eitt sindur troyttandi í longdini. Øll metini eru sjálvsagt á stuttbana:

Eysturríkski Markus Rogan hevur betrað um heimsmetið í 200 rygg frá teimum 1:49.05 hjá Ryan Lochte til 1:47.84. Kroatiska Sanja Jovanovic betraði sítt heimsmet í 50 rygg 26.50 til 26.37. Amerikanski Ryan Lochte betraði sítt 100 blandað heimsmet frá teimum 51.25 í gjár til 51.15. Avstralska Felicity Galvez svam 55.89 í 100 firvald, har heimsmetið hjá Libby Lenton var 55.95. Hálendska Marleen Veldhuis betraði um sítt egna heimsmet í 50 frí frá 23.58 til 23.25, og mennirnir úr Russlandi settu nýtt heimseti í 4×100 blandað við tíðini 3:24.29, har USA fyrr átti heimsmetið á 3:24.38.

Samlaða talið á heimsmetum var altso tilsamans 18 á heimsmeistarastevnuni í Manchester, um eg havi talt rætt. 2 vórðu sett í somu grein (100 blandað), men hini eru so í somu ymiskum greinum. Continue reading 6 heimsmet afturat í Manchester

Pál 15:12.88 í 1500 frí í morgun

Hetta er 8 hundraðpartar spakuligari enn teir 15:12.80 sum hann svam á DHM fyri 14 døgum síðani, og tí óivað ikki nøkur tíð sum hann er glaður fyri beint nú. Men ókey, tað vísir støðugt høgt støði, at hann í desember svimur 15:10, og nú á vári tvær ferðir 15:12. Síggið úrslit og splitt-tíðir hjá Páli her á omegatiming.com (ein PDF-fíla sum eg eisini havi viðfest her niðanfyri). Continue reading Pál 15:12.88 í 1500 frí í morgun

Nú er bara Pál eftir

Hini trý hava svomið hampa tíðir í morgun, uttan tó at seta føroysk met ella líknandi. Shaila svam 2:13.97 í 200 frí, Mona 2:09.88, og Kári hevur svomið 2:07.84 í 200 rygg. Eftir er bara 4 x 100 blandað hjá monnum (har eingin føroyingur er við), og so teir innleiðandi 1500 frí, har vit vóna at Pál fer undir fimtan. Fylgið við ‘live’ á omegatiming.com, har tey beint nú eru farin í gongd við fyrsta riðil (Pál er í næsta). Continue reading Nú er bara Pál eftir