Aqua Clinic 2011 er nokk tann besta ever

Jón Bjarnason og undirritaði eru í løtuni á árligu donsku ‘Aqua Clinic‘ ráðstevnuni, har røðararnir eru millum annað Sean Kelly frá Stockport Metro, Rasmus Ankersen og Paulus Wildeboer. Temaið er ‘talentmenning’, og niðurstøðan rættiliga klassisk, at tey ungu mugu venja nógv aerobt og varierandi ímóti 400 blandað, áðrenn tað er ov seint. At tey ikki fáa ov nógv tilboð ov tíðliga, so at tey mettast. At tað eru tey ‘svongu’ sum vilja stríðast sum verða til nakað í síðsta enda, heldur enn ‘talentini’. Og at tey ikki sleppa at spesialisera seg á 50 metrunum, uttan so at tað er rættiliga vist at tey verða 2 metrar høgar bjarnir sum Alain Bernard. Eg skal royna at skriva okkurt seinni, úr notunum.

Gravgangur eftir at sleppa at svimja

Pálin bað meg heilsa øllum í gjár, at tað fyribils ikki eru fleiri pláss á liðunum hjá FLOT. Tey kundu gott brúkt eitt lið afturat, segði hon, og støðan er mær vitandi nakað tann sama í Havn, har innskrivingarpappírini gingu undan og alt, tá ið fólk meldaðu seg til síðsta mikukvøld. Ein hin størsti trupulleikin er sum kunnugt pláss í hylinum, men eisini fólk at skipa fyri venjingunum.

IMG061

Sýra í svimjihylinum át tennirnar burtur á manni

Uff, hardcore søga her á DrBicuspid.com. Ein maður í USA hevði av ókendum orsøkum næstan fingið tært alla emaljuna av tonnunum upp á bara 5 mánaðir, og hevði tapt seg ógvusliga, uttan at serfrøðingar skiltu hví. Tað kundi ikki vera vegna etingarólag, tí um tað var tí at hann í duldum spýði matin upp aftur, so hevði teringin verið á innaru síðu av tonnunum, heldur enn uttaru. Tað vísti seg at enda vera tí at hann hevði fingið læknaboð um at fara at svimja, sum hann so gjørdi í hylinum heima hjá sær sjálvum 1,5 tíma um dagin … sum so vegna vánaligt viðlíkahald vísti seg at vera tað reina sýrubað. Læknarnir fingu gjørt tennirnar aftur, ‘but it was a very expensive restoration. Via the17thman.

Yellowstone Layers of Acidic Pools

FINA má loyva døming út í frá undirvatnsupptøkum

Góð grein her á SwimmingWorld Magazine, um hvussu undirvatnsupptøkurnar frá HM í Shanghai týðiligt vísa hvussu brasilski Felipe Silva snýtti við firvaldabeinsparki í innslagnum í 50 metra bringu finaluni, og um hvussu FINA tí má loyva døming út í frá undirvatnsupptøkunum eisini. Ella loyva firvaldasparki her, ella á annan hátt umganga at sami dómari hevur ábyrgd fyri at hyggja at innslagnum við hondum og møguligum firvaldabeinsparki í senn.

Debate continues on the current breaststroke turn and finish rules that govern competitive swimming. Video from the 2011 FINA World Championships of Brazil’s Felipe Silva finishing with an illegal dolphin kick to capture gold in the 50 meter breaststroke is proof that FINA needs to take another look at how it monitors the stroke.


Continue reading FINA má loyva døming út í frá undirvatnsupptøkum

Pál í “Norsk Svømming”

pal-i-norsk-svommingNorska svimjisambandið hevur eina fína lítla heilsu til okkum føroyingar her í nýggjastu útgávu av “Norsk Svømming”, mitt í meldrinum av at Alexander Dale Oen vann HM-gull, og at sorgarleikurin á Utøya eisini rakti norsku svimjingina.

Han feiret nasjonaldagen
to dager på etterskud, Færøyenes distanse-stjerne Pál Joensen. Han kjempet en heroiske medaljekamp på 1500m bak Kinas Yang Sun. Tapte kampen marginalt, men vant alles hjerter – og nordisk superrekord på 14.46,33 (4.), 1.8 sekunder bak VM-sølv. Og det gror godt bak ham på øyriket, med sine 49.000 innbyggere og 3 stk. 25m-basseng. Null langbane …

EJM í kappingarlívbjarging er í Keypmannahavn nú um vikuskiftið

Í kvøld klokkan 18 danska tíð er Bellahøj Svømmestadion karmur um setanina av EJM í kappingarlívbjarging, og kappast tey so har og á Amager Strandpark fram til og við sunnudagin. Danska liðið telur millum annað Daniel Skaaning, ið sum kunnugt klárar seg væl í vanligari svimjing eisini, har hann nú í staðin skal til at renna og bjarga og sleipa ymisk ting. Sum tey siga her á svoem.dk, ein stuttlig og actionfylt ítróttargrein, sum tó byggir á tann álvara, at drukning er triðvanligasta orsøk til at doyggja av vanlukku, í heiminum sum heild. Sí t.d. video her frá TrygFonden.

Avstraliarar koyra nú allan hylin í eitt ilt-telt

NSW Institute of Sport og Altitude Technology Solutions avdúkaðu í dag eina hæddarvenjingarloysn til Sydney Olympic Park, har tey koyra eitt telt út yvir tvær 25 metra geilir, fyri síðani at minka om oxygen-innihaldið í tí rúminum. Nýkosni heimsmeistarin í 100 frí, James Magnussen, sigur at hann fer at brúka hetta regluliga, sum ein ið annars ongantíð hevur roynt hæddarvenjing. Les t.d. SwimNews.com og Yahoo! Sports, og sí myndir á Facebook.

“It’s definitely going to contribute (to training for London),” Magnussen said. “I don’t think this itself will be a gold medal winner, but combine this with my training program I’ve got already, we’re definitely well on the way.”