Úrslit frá HS stevnuni 17. – 18. september 2011

Viðfestur er úrslitalistin frá SMS stevnuni í Gundadali nú um vikuskiftið, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 16 gull, 7 silvur og 12 bronsu – meðan Ægir vann næstflest 12 gull, 11 silvur og 7 bronsu, og Havnar Svimjifelag triðflest 6 gull, 11 silvur og 8 bronsu. Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met og juniormet í 50 frí, og Pál Joensen eisini úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt met í 200 firvald. 16 svimjarar vórðu tiknir út til landsdyst ímóti Íslandi í Klaksvík hin 8. oktober, og 5 svimjarar til luttøku á World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober.

DSC06403
Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 17. – 18. september 2011

Startlisti til HS stevnuna 17. – 18. september 2011

Viðfestur er startlistin til HS stevnuna í morgin og ovurmorgin, sum er úttøkustevnan til landsdyst ímóti Íslandi hin 8. oktober, og til World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober. Í mun til seinastu stevnu ber hann týðiligt brá av álvaranum nú, við tað at svimjararnir ferð eftir ferð stilla upp í sínum bestu greinum. Ein spennandi løta verður eisini til dømis Pál í 200 firvald í morgin, sum hann longu í august var bara 7 hundraðpartar frá at seta føroyskt met í, akkurát afturkomin úr feriu.

Nýggjan svimjihyl í Gundadali í 2013

Av heimasíðu Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevur í dag, í skrivi til Tórshavnar Býráð, skotið upp, at nýggjur svimjihylur verður settur á fíggjarætlanina fyri 2012. Telvingin um fíggjarætlan er í gongd í løtuni og uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012 skal leggjast fyri Fíggjarnevndina í seinasta lagi 1. oktober. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt á býráðsfundi áðrenn 1. desember. Vinnur uppskotið hjá Havnar Svimjifelag frama, kunnu havnarfólk og onnur svimja í nýggjum og størri hyli í Gundadali á heysti 2013.


Continue reading Nýggjan svimjihyl í Gundadali í 2013

FLOT fingið nýtt búmerki

DSC06366Svimjifelagið FLOT avdúkaði í kvøld eitt prýðiligt nýtt búmerki, og nýggjar FLOT-draktir eisini, við tilhoyrandi blusum, jakkum, taskum og líknandi. Hetta var á fundi í kantinuni við Løkshøll, har svimjararnir fingu møguleika at passa ymsu støddirnar og bíleggja sær sett við stórum avsláttri frá Berglon. Orsøkin til at skifta búmerki, er at gamla merkið var í fleiri litum, og tí rættiliga dýrt at prenta á klæðir, í mun til hetta nýggja einlitta.

FLOT búmerki

Nú vilja norðmenn eisini hava loyvi at brúka ilt-telt

Heimsmeistarin Alexander Dale Oen spurdi í Aftenposten í gjár, hvussu leingi norðmenn skulu vera eftirbátar, tá ið tað kemur til at brúka hæddarhús og ilt-telt og líknandi. Hetta í sambandi við at avstraliarar nú hava fingið ein loysn til at koyra ilt-telt á sjálvan svimjihylin.

“Flere nasjoner, som USA, Tyskland og Japan, har allerede basseng omgjort til høydehus. Det nye nå er disse australske høydeteltene som er mer praktiske, og som kan tas med dit man ønsker det.”


Continue reading Nú vilja norðmenn eisini hava loyvi at brúka ilt-telt

Lotte Friis keikt hondina og nakrar fingrar í fimleiki í gjár

Eina løtu sá tað út til at gerast ein marra fyri Danmark, tá ið Lotte Friis í gjár undir landvenjing fekk fótin í klemmu í einum lopi um nakrar bummar, og datt so illa at hon noyddist á skaðastovu. “Jeg kunne ikke bevæge håndleddet og mine fingre”, sigur Lotte við Ekstra Bladet, og tey stúrdu tí fyri at hon hevði brotið okkurt, teir 4-5 tímarnar sum tað tók at fáa eina diagnosu. Lukkutíð hevur hon bara keikt handliðin og nakrar fingrar, og verður tí væntandi í hylinum aftur ‘fyri fulla skrúvu’ um nakrar dagar, heldur enn at vera úti í tveir mánaðir. Les Ekstra Bladet.

Lotte Friis World Champion - Arena Swimwear

Innbjóðing til HS-stevnu 17. – 18. september 2011

Komandi vikuskifti skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjistevnu í Gundadali, ið er úttøkukappingin til landsdystin Føroyar – Ísland í Føroyum hin 8. oktober, og til World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober. Stevnan er ‘opin kapping’, tað vil siga at allir aldursbólkar kunnu luttaka.

Úrslit frá Ægir-stevnuni 10. september 2011

Viðfestur er úrslitalistin frá Ægir-stevnuni 10. september 2011. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag greitt flest heiðursmerki – 24 gull, 27 silvur og 22 bronsu – meðan HS vann 15 gull, 2 silvur og 3 bronsu, og Reysti 4 gull, 5 silvur og 3 bronsu.

Gull Silvur Bronsa
SuSvim 24 27 22
HS 15 2 3
Reysti 4 5 3
Ægir 2 5 6
FLOT 1 2