Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipaðu fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadag 8. til sunnudag 10. november 2024.
Eftirsum at tað líkasum kendist í kroppinum, so havi eg sett meg at hyggja at metum sett á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil, so langt aftur sum eg klári.
Og tað sær út til at FMS/JMS 2024 er tað besta, í øllum førum síðani vit fluttu FMS/JMS til at vera í oktober/november, heldur enn í apríl/mai. Tvs. til væl fyrri í svimjiárinum, har svimjarar vanliga betra seg frá summarferiu til summarferiu.
Næsta finalukvøld var øgiligt, nú á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2024. Fimm føroysk met og 2 føroysk juniormet, harav Bartal Eidesgaard átti trý met og HS tvey í somu kapping. Hartil svam Líggjas Joensen eina tíð afturat undir HM-kravtíð.
FM og JM á stuttgeil 2024 byrjaði nú fríggjadagin hin 8. november 2024, við nógvum góðum úrslitum, íroknað føroysk met og kláraðar kravtíðir til altjóða kapping. Kappast varð í helvtini av nýggja langhylinum í Svimjihøllini í Gundadali, sum kann styttast til endamálið. Sí úrslitalistarnar her á Swimify
FMS 2024 í nýggja langhylinum. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina
Kappast verður aftur í morgun, frá kl 09:30 við juniormeistarastevnu og innleiðandi riðlum til FM-finalur, og síðani aftur frá kl 17:00 við FM-finalum. Svimjisambandið stroymar her á YouTube, og annars er gott pláss og ókeypis at fara í høllina at hyggja.
Hetta vikuskiftið verður FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á stuttgeil 2024, í nýggja langhylinum í Havn. Luttakaralistarnir síggjast her á Swimfy, har úrslitini eisini fara at verða at síggja so hvørt sum kappast verður.
Líggjas Joensen megnaði í vikuskiftinum at vinna trý gullheiðursmerki og eitt úr silvuri á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2024, við sera stórum betringum av sínum bestu tíðum.
Hartil svam hann tvær ferðir undir kravtíð hjá altjóða svimjisambandinum til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil 2024, við tíðum sum rukku til gullnál við stjørnu frá Svimjisambandi Føroya.
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær sítt triðja gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2024, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.31. Sí úrslitalistan her
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær eitt gull afturat á donsku juniormeistarastevnuni 2024, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 15:11.97. Sí úrslitalistan her á Swimify
Ein rúgva av heimsmetum hava verið sett í seinastuni, á stuttgeil nú aftaná OL og sum upptakt til HM á stuttgeil í Budapest í desember. Fyrst varð eitt sett á avstralsku meistarastevnuni og eitt á ‘dual meet’ stevnu í USA, og síðani hava minst sjey verið sett á World Cup stevnum í Fjareystri.
Við fyrivarni fyri at onkur kanska er gloymdur, so eru tað hesi sum hava svomið seg til frægastu nál í skipanini hjá Svimjisambandi Føroya, síðani gullnálin við stjørnu kom afturat í 2010 …