Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2017, sum verður Páls Høll í Vági hin 8. og 9. juli 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.
Author: admin
Kravtíðir til HM í Budapest í 2017
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á langgeil 2017, sum verður í Budapest í Ungarn frá 23. til 30. juli 2017. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum við kravtíðarskeiði sum endar eitt sindur fyrri enn tað hjá FINA. Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.
Vladimir Morozov 50.30 og nýtt heimsmet í 100 blandað
Russiski Vladimir Morozov betraði í gjár um sítt heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á World Cup stevnuni í Berlin svam teinin uppá 50.30 sekund. Hann átti heimsmetið á 50.60, frá World Cup stevnuni í París-Chartres, farna vikuskifti.
Ryan Lochte greiðir aftur frá hendingini í Rio
Hann leyg, ja, um at fáa ein pistól settan ímóti pannuna, og hann viðgongur eisini at hann skræddi eina plakat niður. Men teir brutu einki vesi.
Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016
Starvsnevnd SSF hevur ásett kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016, sum lýst í viðfesta skrivi. Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, meðan HeimsMeistastevnan á Stuttgeil er í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember.
Kravtíðirnar síggjast eisini her á ssf.fo.

Europa Cup í Keypmannahavn er ein óslípaður diamantur, segði Hestoy vegna LEN
Jon Hestoy hevði so avgjørt tey føgru orðini frammi, tá ið hann í morgun vegna evropeiska svimjisambandið LEN setti Keypmannahavnar-partin av Europa Cup stevnuni í open water svimjing, saman við umboðum frá Sport Event Danmark og Dansk Svømmeunion.
– Det er helt symbolsk, at vi står her ved Den Sorte Diamant. Europa Cuppen her i København er helt klart en usleben diamant med masser af potentiale til meget mere. Det tager tid at etablere sig som event, og det er utvetydigt en kæmpe fordel, at cuppen ligger i forbindelse med motionsarrangementet Christiansborg Rundt. Vi arbejder på en ny struktur for netop vores Europa Cup. Vi ønsker alt det, som København har: I hjertet af en storby, i forbindelse med et motionsarrangement med top professionel afvikling og i det skønneste vejr, siger Jon Hestoy, som er teknisk delegeret fra det europæiske svømmeforbund, LEN.
Lesið her á svoem.dk

Live Stream frá Christiansborg Rundt 2016
Danir stroyma beinleiðis frá Christiansborg Rundt 2016, har millum annað Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Frans Johannesen og Oluffa á Høvdanum skulu royna seg.
Sí http://live.video-stream.dk/copenhagenswim2016/live/play.php
Myndir frá Sjómannadegnum 2016
Her eru nakrar myndir frá svimjingini á Sjómannadegnum 2016. Continue reading Myndir frá Sjómannadegnum 2016
Cecilia og Bartal vunnu svimjingina á Sjómannadegnum 2016
Klaksvíkingar skipaðu í dag fyri svimjing tvørtur um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2016. Skjótast av øllum var Cecilia W. Eysturdal úr Ægir við tíðini 3 minuttir og 38 sekund, meðan Bartal E. Eidesgaard var skjótast av monnum við tíðini 3 minuttir og 58 sekund.
Heiðursmerkjavinnarar Continue reading Cecilia og Bartal vunnu svimjingina á Sjómannadegnum 2016
Ryan Lochte biður um umbering fyri sín atburð í Rio
Ryan Lochte hevur nú lagt út ein longri stubba á Twitter, har hann biður um umbering fyri sín atburð í Rio. Sí niðanfyri.
https://t.co/n82dZH2gfl pic.twitter.com/rGp1nmA94G
— Ryan Lochte (@RyanLochte) August 19, 2016