FINA kunngjørt kravtíðirnar til HM í Kazan 2015

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú her á fina.org almannakunngjørt kravtíðarskipanina til HM í Kazan 2015, sum er teirra krav til hvør sum kann sleppa at svimja á hesu heimsmeistarastevnu.



Sum til undanfarna HM brúka tey eina skipan við “A” og “B” kravtíðum, har hvørt land kann luttaka við einum svimjara í hvørjari kappingargrein um hesin klárar “B” kravtíðina, og tveimum um báðir klára “A” kravtíðina.

Men’s Standard Women’s Standard
A – 2 Entries B – 1 Entry A – 2 Entries B – 1 Entry
00.22,25 00.23,03 50 m Freestyle 00.25,23 00.26,11
00.49,39 00.51.12 100 m Freestyle 00.55,05 00.56,98
01.48,37 01.52,16 200 m Freestyle 01.58,93 02.03,09
03.50,87 03.58,95 400 m Freestyle 04.12,47 04.21,31
07.57,69 08.14,41 800 m Freestyle 08.35,99 08.54,05
15.13,98 15.45,97 1500 m Freestyle 16.33,61 17.08,39
00.25,52 00.26,41 50 m Backstroke 00.28,60 00.29,60
00.54,72 00.56,64 100 m Backstroke 01.01,25 01.03,39
01.59,19 02.03,36 200 m Backstroke 02.12,14 02.16,76
00.27,58 00.28,55 50 m Breaststroke 00.31,50 00.32,60
01.00,44 01.02,56 100 m Breaststroke 01.08,36 01.10,75
02.11,71 02.16,32 200 m Breaststroke 02.28,12 02.33,30
00.23,53 00.24,35 50 m Butterfly 00.26,54 00.27,47
00.52,52 00.54,36 100 m Butterfly 00.59,18 01.01,25
01.57,37 02.01,48 200 m Butterfly 02.11,14 02.15,73
01.59,99 02.04,19 200 m Ind. Medley 02.13,98 02.18,67
04.19,21 04.28,28 400 m Ind. Medley 04.44,50 04.54,46
1 Team 4 x 100 m Freestyle 1 Team
1 Team 4 x 200 m Freestyle 1 Team
1 Team 4 x 100 m Medley 1 Team
4 x 100 m Freestyle Mixed – 1 Team
4 x 100 m Medley Mixed – 1 Team

Og har er so aftur hesu ferð tann skipan at londini kunnu luttaka við tilsamans 4 svimjarum eisini hóast ikki allar klára “A” ella “B” kravtíð, so leingi sum bæði kynini eru umboðað. Eftir øllum at døma er kravið at umboðanin tá skal vera 2 kvinnur og 2 menn, uttan í førinum har 3 av sama kyni hava klára kravtíðina, og har fjórði tá skal vera av hinum kyninum.

Kravtíðirnar skulu klárast á serliga góðkendum stevnum, í tíðarskeiðnum 1. mars 2014 til 20. juli 2015. Gevið gætur at hetta ikki eru kravtíðirnar hjá Svimjisambandi Føroya, men tær hjá FINA. Svimjisambandið kann væl velja at hava ørvísi úttøkuskipan enn FINA, so leingi sum krøvini frá FINA eisini eru uppfylt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.