Cecilia bronsu á NM í 5 km havsvimjing

Breaking news, vit frætta úr Danmark at 15 ára gamla Cecilia Wigant Eysturdal fyri løtu síðani vann bronsu á Norðurlendsku Meistarastevnuni í 5 kilometra ‘open water’ svimjing, sum danir hetta vikuskiftið skipa fyri á Amager Strandpark. Sí úrslitalista her.

Cecilia being interviewed after Nólsoyarsvimjingin 2012

Tær báðar fremstu vóru rímiliga suverænar, danska Mathilde Riis Sørensen fyrst í tíðini 1:05.06, síðani svenska Ellen Olsson næst í tíðini 1:06.41, og síðani tríggjar sum fylgdust eitt sindur aftanfyri, harav Cecilia at enda vann spurtin og kom á mál í tíðini 1:10.42.

Skjótasti svimjari yvirhøvur var danski Jacob Carstensen í tíðini 1:01.32, heimsmeistari í 400 metra frísvimjing frá HM í Gøteborg í 1997. Vinnarin hjá kvinnum, Mathilde Riis Sørensen er forsvarandi norðurlendskur meistari á bæði 5 og 10 kilometra teinunum frá NM í fjør, og yvirhøvur spesialiserað til hetta slag av svimjing.

(GG! Jacob Carstensen eigur hesa myndina, funnin á Facebook)

Vit frætta at umstøðurnar vóru rættiliga harðar, 24 gradir ‘heitur’ sjógvur sum sambært FINA-reglunum merkir at tey ikki mugu brúka vátdrakt (hóast tað er tríggjar gradir kaldari enn t.d. ‘kaldi’ hylurin í Havn), og eitt rundstrekki har tær høvdu rættiliga harðan mótvind annan vegin.

Í morgin skal Cecilia luttaka á eisini 10 kilometra teininum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.