Avbjóðandi svimjiár fyri framman

Bræv frá formanninum í Svimjisamband Føroya

Í dag 1. september byrjar nýggja svimjiárið, og enn einaferð standa føroysku svimjararnir framman fyri einum avbjóðandi ári. Bæði tey yngstu, juniorar og seniorar fáa nógvar avbjóðingar.

Olympisku Leikir hæddarpunktið

Í august 2012 ljóða startskotini fyri størstu avbjóðing, føroyskur svimjari nakrantíð hevur møtt. Tá verður Pál Joensen við í Olympisku Leikunum. Í Shanghai svam hann heili 25 sekund skjótari enn kravtíðin hjá International Olympic Committee, IOC.

DSC05908

Býráðið í Havn lovar langhyl

Tað var við stórari gleiði vit sóu formannin í Havnar Svimjifelag, Eyðun Húsgarð og býráðsformannin í Havn, Heðin Mortensen í Degi og Viku herfyri. Býráðsformaðurin lovaði, at farið verður undir at byggja nýggjan langhyl í Gundadali komandi ár. Tað gleða vit okkum í Svimjisambandinum stórliga til.

Áhugavert heyst

Í heyst eru eisini nógvar uppgávur. Seinast í september fara fýra ungir svimjarar á venjingarlegu í Calella í Spania. Hetta er venjingarlega, ið evropiska open water nevndin skipar fyri. Vant verður í seks dagar og minsta kravið er, at øll svimja 10 venjingar. Venjingarlegan vendir sær einans til langteinasvimjarar.

CIMG0948

Í ár er tað okkara túrur at fyriskipa árliga landsdystin móti íslendingum. Hetta er á triðja sinni. Fyrsti landsdysturin var í Føroyum í 2009, tá ið vit vunnu. Í 2010 var svomið Laugardalshøll í Reykjavík og íslendingar vunnu. Nú triðju ferð hittast føroyingar og íslendingar til dyst í Klaksvík leygarkvøldið 8. oktober kl. 18.00. Væntandi síggja vit eitt føroyskt landslið, ið ætlar sær sigurin. Tveir sera spennandi tímar.

Ein World Cup kapping

Vanliga hevur Pál Joensen luttikið í trimum World Cup kappingum í oktober/november og vit hava so havt aðrar svimjarar við til seinastu kappingina. Í ár er avgjørt at Svimjisambandið bara sendir svimjarar til World Cup kappingina í Stockholm tann 15. og 16. oktober.

DSC01328

Norðurlendsk Junior Mestarastevna við nýggjum árgangum

NJM verður í Reykjavík 8. til 10. desember og sum nakað heilt nýtt er eisini en presenior bólkur, eins og svomið verður innleiðandi og finala. Hetta merkir at vit hava bólkin NJM, ið sum vanligt eru gentur 14-15 ár og dreingir 16-17 ár. Hesi kunnu sum vanligt kalla seg norðurlendskan juniormeistara. Nýggi bólkurin, ið hevur fingið knortluta heitið “Presenior” eru gentur 16, 17 og 18 ár og dreingir 18, 19 og 20 ár. Vinnararnir í hesum bólki bera heitið Norðurlendskur Meistari!

Evropeiskt Meistarastevnan í stutthyli

Sama vikuskifti sum Norðurlendska Junior Meistarastevnan í Reykjavík verður Evropeisk Meistarastevna svomin í stutthyli í Stettin (Szczecin) í Pólandi. Svomið verður í nýbygdum hyli við sera góðum umstøðum. Væntandi fara vit at síggja Pál Joensen, og møguliga onkran annan svimjara til hesa kapping.

EJM-liðið 2011

3.000 metra test

Starvsnevndin hevur avgjørt at allir føroyskir svimjarar skulu taka T3.000 testina í oktober mánað. T3000 testin er ikki ein kapping, men ein skráseting av, hvussu skjótt svimjarin kann svimja 3000 metrar. Vanligt er at svimjarar taka eina T3000 tvær ferðir um árið og hon verður brúkt sum eitt barometur fyri, hvussu væl svimjarin er fyri júst tá. Vit vænta og vóna at hetta fær stóra undirtøku millum svimjarar í øllum aldri.

Eingin venjari uttan lívbjargingarroynd

Svimjisambandið er farið undir eina skipaða tilgongd at tryggja at eingin stendur á kantinum, sum ikki hevur tikið lívbjargingarroyndina innan seinastu 24 mánaðirnar. Hetta er ein ætlan, ið er sett í gongd og væntandi hava vit havt øll til roynd áðrenn 2012 byrjar.

IMG_5045

Afturlit

Tað hevði verið skeivt at byrjað kappingarárið 2011/12, uttan at steðga á eina løtu og hugt aftur á tað svimjiárið, ið vit nú er farið afturum. Farna svimjiárið 2010/11 var á nógvar mátar framúrskarandi. Úrslitini vóru einastandandi og gróðurin er stórur í føroyskari svimjing. Tey størstu úrslitini, ið nú liggja aftanfyri okkum, vóru: Birita Debes, ið vann gull til Norðurlanda Juniormeistarastevnuna í Danmark, eitt einastandandi úrslit og hon er fyrsta føroyska kvinnan, ið hevur vunnið eitt gullmerki til NJM.

DSC01906

Magnus Jákupsson, ið er fyrsta árs junior, megnaði at koma í tvær hálvfinalur til Evropeisku Junior Meistarastevnuna í Beograd í juli, eitt einastandandi avrik, ið ber boð um góðar møguleikar fyri EJM komandi ár. Pál Joensen var sum einasta svimjari í eldinum á Heimsmeistarastevnuni, ið var hildin í kinesiska milliónabýnum Shanghai. Um nakar ivaðist í altjóða støðinum hjá Páli, so blásti hann tann ivan burtur. Hann gjørdist nr. 5 í 800 frí við nýggjum norðurlendskum meti. Í 1500 frí slerdi hann fyrst norðurlendska metið í innleiðandi riðli og kom í finaluna við sættubesti tíð. Í finaluni gjørdist hann nummar 4, stutt aftanfyri bronsumerkið og samstundis kutaði hann 10 sekund av norðurlendska metinum í 1500 frísvimjing. Kongurin av norðurlendskari langteinasvimjing er føroyingurin Pál Joensen. Sum nevnt omanfyri, var hetta eisini 25 sekund undir úttøkukravið til Olympiski Leikirnar í London 2012.

Tú alfagra...

Oyggjaleikirnir vóru í ár hildnir á Isle of Wight. Úrslitið hjá okkara svimjarum var hampuligt og gjørdist liðið samanlagt nummar tvey, eitt silvurmerki aftanfyri Guernsey.

Kringvarp á Krabbasker!

Tá ið ein varir av føroyskari svimjing er tað øgiliga hugstoytt at síggja at áhugin frá tíðindadeildinini í Kringvarpi Føroya er fullkomiliga fráverandi. Teir kláraðu so dánt at senda eina útvarping av oyggjaleikunum í Isle of Wight. Úrslitini hjá Magnus Jákupssyni vóru so dánt tugd og tanglað, tá ið tíðindaskriv vóru send út. Fyrru tíðindini vóru, at Magnus Jákupsson hevði ikki klárað at koma í finaluna, aðru ferð var hann ÍSB svimjari.

DSC05870

Naglin í kistuna kom tó til HM í Shanghai, har Kringvarpið onga ætlan hevði, einki sendi beinleiðis, ongar avtalur gjørdi undan HM. Stutt sagt meðan Føroya størsta ítróttabragd nakrantíð fór fram, sat Kringvarpið úti á Krabbasker! Vantandi áhugan og viljan kann eg sum formaður í Svimjisamband Føroya bara átala upp á tað harðasta.

Við hesum fáum orðum bjóði eg okkum øllum vælkomin til kappingarárið 11/12 við takk fyri tað brátt farna!

Tórshavn 1. september 2011.

Jon Hestoy
formaður í Svimjisamband Føroya

One thought on “Avbjóðandi svimjiár fyri framman”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.