Pál vann silvur í 1500 frí

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í dag aftur silvur í 1500 metra frísvimjing, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin var 14:47.39, ið er fjórðbesta tíð í heiminum í ár, men tó eitt gott vet frá ætlanini at svimja undir 14:40. Niðurlendski Job Kienhuis vann kappingina við tíðina 14:40.11, sum er besta tíð í heiminum í ár.

worldcup-berlin2010-2-silvur

Tað sá gott út eina góða løtu, at Pál legði seg á odda, og næstan beinanvegin dróg frá teimum flestu, íroknað evropameistaran Jan Wolfgarten úr Týskalandi. Men hann fekk ikki ryst Kienhuis heilt av sær, og endaði tí sum ikki einaferð, við at hava ein mann á sleip, ið harvið kundi spara eitt sindur av kreftum sjálvur.

Við 900 metrar byrjaði Kienhuis at ota seg framum, og fór síðani í eitt veruligt álop, sum Pál royndi at svara aftur uppá. Men niðurlendingurin vísti seg at kunna halda sína høga ferð, og fór tí so líðandi frá Páli, til tað endaði við at hann tók gullið, rættiliga greitt frammanfyri Pál. Triði maður gjørdist evropameistarin Jan Wolfgarten, við 14:50.48.

Pál sá ikki serliga glaður út, tá ið hann kom á mál, og vit vita eisini at Bjarnason hevði væntað sær meira. Men soleiðis er tað nú einaferð, niðurlendingurin vísti seg at eiga meira enn hvat hann hevur klárað fyrr, og tí vann hendan harradystin ímóti Pál.

Samanlagt megnaði Pál Joensen at vinna tvey silvurheiðursmerki á World Cup í Berlin, í teimum báðum kappingunum sum hann luttók í. Longu týsdagin er aftur kapping á skránni, tá ið hann skal eftir somum leisti í Moskva, fyrst 400 innleiðandi og vónandi finalu týsdagin, og síðani 1500 mikudagin. Sum forsvarandi gullvinnari í 1500 metrar frísvimjing frá í fjør.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

7 thoughts on “Pál vann silvur í 1500 frí”

    1. Heilt týðiligt har við ca. 1100 metrar, at Kienhuis fer niður ímóti 29 sekundum per 50 metrar, har Pál liggur á ca 29.5. Altso eitt veruligt álop frá niðurlendinginum, sum Pál annaðhvørt ikki kundi ella vildi svara uppá. Við ‘vildi’ meini eg her, at vit onnur jú eisini sótu og bíðaðu eftir at hálendingurin fór niður í flagginum 🙂

  1. “Fantastic! What a great time! 14.40.11! Could not have wished for better!”

    Fantastisch! Wat een geweldige tijd! 14.40.11! Had het niet beter kunnen wensen!less than a minute ago via Tweets60

  2. Tað gongur ikki altíð sum ein vil hava tað til, men í kvøld var tað fyrstu 300m sum vóru alt ov skjótir, serliga fyrstu 100m vóru aaaaalt for skjótir, har Kinhuis bert lá á alduni og surfaði. Men hann var nógv sterkari í kvøld, tað skal hann sjálvandi eiga, flott tíð. 14:45-47 var ok hjá Páli, eg segði hetta við KVF áðrenn finaluna, men eg hevði onga hóming av at Job fór at svimja so skjótt.

    Pál vildi sjálvur gera tað soleiðis, og tað er fínt nokk, tí til HM verður tað eitt MUST, men eg trúgvi at best er at ansa sær eitt sindur í Moskva, tí tá kemur alt sum “Bjørnin” eigur, Tað er seinasta freist hjá teimun at klára kravtíð til EM og ella HM á stuttgeil. Eins og Kienhuis og hini úr Niðurlondum eru til WC-Berlin, so eru russar hvíldir til WC-Moskva. Okur eru ikki í somu fasu av fyrireikingunum sum tey eru, men í Moskva vil eg altso síggja 14:40 ella betur, tí har eigur Pál at liggja um hann hevur ein góðan dag.

    Eg prátaði við russiska landsliðsvenjaran um hetta. Hann meinti at uml. 280-300 russiskir topsvimjarar koma til WC-Moskva og bert einir 70-80 fremmandir.

  3. Niðurlendingar kalla dystin millum Pál og Job fyri “een felle strijd” (sum sambært Google Translate merkir “a fierce battle”), har niðurlendingurin (afturat Femke Heemskerk) leveraði “nog een absolute topprestatie” (enn eitt topp-úrslit): Niðurlendsk met í 1500 frí, har millumtíðin á 800 eisini var niðurlendskt met, 7:49.08.

    1500m vrijeslag heren
    Naast de topprestaties van Femke was er nog een absolute topprestatie te noteren, dit keer voor Job Kienhuis. Op de 1500m vrijeslag vocht hij tot ongeveer 1100m een felle strijd uit met Pal Joensen. Daarna wist Job een gat te slaan en met een nieuw Nederlands record van 14.40.11 zijn eerste Worldcup titel op te eisen. Na afloop bleek dat hij ook op de 800m zijn eigen NR had verbeterd. Die stond op 7.49.95, nu kwam hij door in 7.49.08. Pal Joensen moest uiteindelijk ruim 7 seconden toegeven op Job die tijdens de gehele race geen enkele 50m boven de 30 seconden liet noteren.

    http://www.zwemsite.nl/2010/10/femke-heemskerk-goudhaantje-van-berlijn/

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.