Nú svimjarar streyma til Runavíkar

Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum hevur nú um dagarnar eitt lesarabræv í bløðunum. Vit endurgeva tað her:

Nú svimjarar streyma til Runavíkar

Sunnudagin 31. oktober eru føroyskir havsvimjarar bodnir til Glyvrar at leypa á bláman. Hetta tiltak er í samband við, at FaroExpo og Mentanarvika er í Runavík. Eitt sera áhugavert tiltak. Eg kenni meg tó noyddan til at lata ein dropa av malurt í bikarið.

Triðistørsta kommunan í landinum er ein tann turrasta kommunan í landinum. Tað er skilagott at bjóða føroysku havsvimjarum til Glyvrar at leypa á bláman, tí hetta er einasta staðið Runavíkar kommuna hevur møguleika at bjóða borgarum og øðrum at svimja!

Nýggi havnarmeistarin er tiltikin fyri at vera væl skorin fyri tungubandið. Eg ivist ikki í, at svimjarar okkara fáa nøkur mergjað orð, áðrenn teir leypa í Skálafjørðin. Mín vón er, at Býráðið í Runavíkar kommunu henda dagin kann lata havnarmeistaran boða frá, at skommin yvir at kommunan ongan svimjihyl hevur, er at enda komin, og at nú verður farið undir at byggja ein svimjihyl.

Nú heldur onkur kanska at Svimjisambandið er í so nasadjarvt at loyva sær at kalla tað eina skomm, at Runavíkar kommuna ikki hevur svimjiviðurskiftini í rættlag. Her eiga vit at hava í huga, at svimjing er so nógv annað enn kappsvimjing. Í veruleikanum er kappsvimjing bara nakað, ið vit fáa afturat. Allarstørsti týdningurin er, at læra børnum lívbjargni, at klára seg í vatni. Tað er eingin ivi um, at hóast skúlarnir í kommununi hava svimjing á tímatalvuni, so læra børn ikki líka væl at svimja í kommunum uttan svimjihyl, sum í kommunum við svimjihyli!

Við vón um at FaroExpo, Mentanarvikan og havsvimjingin verður væleydnað, ynskja vit tykkum við svimjikvøðu góða eydnu við svimjihallarætlanunum.

Jon Hestoy
Formaður í Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.