Mie vann á Pernille, og nú er Rikke klár til EM

13 ára gamla Mie Ø. Nielsen megnaði í kvøld at vinna á favorittinum Pernille Larsen, í 100 metra rygg finaluni á donsku meistarastevnuni í Esbjerg. Vinnaratíðin 1:02.33 var aftur undir kravtíðina til EM í Budapest í summar, sum Mie er ov ung at sleppa við til, og Pernille kann so irriterast yvir at svimja ‘bara’ 1:02.58 í dag, har hon í í hálvfinaluni í gjár svam 1:01.98. Í 200 metra bringusvimjing vann Rikke Møller Pedersen við næstan 10 sekundum tá restini, tá ið hon við við tíðini 2.25.52 svam seg til EM í Budapest. Les her á swimnews.dk og sí video á svoem.dk

One thought on “Mie vann á Pernille, og nú er Rikke klár til EM”

  1. Var tað 2:23, okkurt at ein skuldi svimja fyri at fáa eitt 3. pláss til OL’08?
    So Rikke er ikki bara eitt “trylledrakt produkt”

    Og Mie Ø. puha, hon legði hart út. Eg tosaði við pápa hennara nakrar tímar undan finaluni. tað var danskt junior met hon royndi eftir, og ikki so nógv Pernille 😉 Minnist eg rætt, so er juniormetið hjá Ørnstedt, sum Pernille altso ikki kláraði tað tíð hon var junior, 1:01,69 Tað klárar Mie næsta ár, um ikki longu seinni í summar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.