So er tað Haljand aftur

Estiski professarin Rein Haljand kemur til Føroya í kvøld, at filma 16 av okkara bestu svimjarum í Gundadali í morgin, og síðani eftirmeta teir ein og ein á fundi saman við venjarum teirra, sunnudagin og mánadagin.

DSC00860

Svimjararnir eru so vítt gjørligt teir somu 16 sum seinast, um enn onkur er givin ella fallin frá vegna skaða:

úr Suðuroyar Svimjifelag

  • Jón Hofgaard (1992), bringa
  • Pál Joensen (1990), crawl
  • Eyðbjørn Joensen (1996), crawl
  • Sofus Bech (1994), crawl
  • Helena Sævarsdóttir (1994), firvald

úr Ægir

  • Alvi Hjelm (1996), crawl
  • Cecilia Eysturdal (1996), crawl
  • Turið S. Christiansen (1996), bringa
  • Monika Biskopstø (1994), crawl

úr FS

  • Poula Ø. Mohr (1995), rygg
  • Jóhann Heðinsson (1995), firvald
  • Pauli Ø. Mohr (1991), crawl

úr HS

  • Magnus Jákupsson (1994), rygg
  • Óli Mortensen (1996), crawl

úr FLOT

  • Astrið Foldarskarð (1994), firvald
  • Birita Debes (1995), rygg

Eitt rættiliga ungt lið, mannað av evnaríkum og hugagóðum svimjarum, ið tilsamans umboða allar svimjigreinar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.