Rogan útblakaður úr náttklubba í Ostia

Eftir øllum at døma hevði eysturríkski ryggsvimjarin dansað so dýrandi fullur á einum borði, á náttklubba nær Rom, við brotnari fløsku í hondini. Hann bleiv blakaður út, men royndi so sambært útblakarunum at troðka seg inn aftur, sum gjørdi at teir mátti vera eitt sindur harðligir við hann. Sjálvur sigur hann at 4 útblakarar løgdu á hann uttan orsøk. Og í øllum førum endaði hann á sjúkrahúsi, við skrammum í andlitinum, skøddum fóti, og sikkurt við dundrandi timburmonnum eisini. Les USA Today, The Globe and Mail og The Austrian Times.


3 thoughts on “Rogan útblakaður úr náttklubba í Ostia”

  1. USA Today skrivar “Austrian newspapers published photos of a badly bruised Rogan on their front pages Monday”, men eg havi so ikki dugað at funnið myndina enn.

    Men her er so ein mynd av Rogani í dansibúna. So hava vit líkasum fingið eina mynd at halda okkum til, og kunnu ímynda okkum (ella kanska photoshoppa) brotnu fløskuna uppí hana.

    http://apa-images.cms.apa.at/cms/site/EN/bildinfo.html;jsessionid=a7MJgU5tK5ne?psID=26098/54641/8&source=schnellsuche.html

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.