Fyrsti dagur er nú avgreiddur á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2025, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll. Isak Brisenfeldt (2006, HS) setti flott føroyskt met í 200 blandað, og Lea O. Højsted betraði um sítt føroyska met og juniormet í 50 bringu. Sí úrslitini her á Swimify

Føroysk met
- Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 2:01.23 í 200 blandað
– Pál Joensen (1990, SuSvim) átti metið á 2:01.97, frá 2012 - Lea O. Højsted (2008, Ægir) 32.11 í 50 bringu
– Lea átti metið á 32.22, frá Oyggjaleikum í summar
Føroyskt juniormet
Lea O. Højsted (2008, Ægir) 32.11 í 50 bringu
– Lea átti metið á 32.22, frá Oyggjaleikum í summar
Bestu avrik til nú á FMS/JMS 2025
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) eigur til nú besta avrik av øllum á hesi stevnu, við føroyska metinum 2:01.97 í 200 blandað, sum gevur 724 AQUA-stig.
Lea O. Højsted (2008, Ægir) eigur besta avrikið hjá kvinnum til nú á hesi stevnu, við føroyska metinum 32.22 í 50 bringu, sum gevur 689 AQUA-stig.
Heiðursmerkjabýtið til nú
Junior (yngri)
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
| SuSvim | 6 | 1 | 2 |
| HS | 4 | 5 | 3 |
| Ægir | 1 | 1 | 0 |
Junior (eldri)
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
| Ægir | 10 | 5 | 3 |
| HS | 3 | 1 | 1 |
| FS | 1 | 3 | 1 |
FM
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
| Ægir | 10 | 3 | 6 |
| HS | 3 | 3 | 3 |
| SuSvim | 2 | 3 | 2 |
| FS | 0 | 4 | 0 |
