Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna danskt junior-gull eisini í 400 metra frísvimjing, tá ið hann á DMJ 2025 svam seg til úrslitið 3:49.74, frammanfyri liðfelagan Sigurd S. Kristensen úr Aalborg Svømmeklub á 3:49.78 og Mathias Hald úr Lyngby Svømmeklub á 3:53.39. Sí úrslitalistan her

Tað var ein rættiliga tættur dystur millum liðfelagarnar báðar úr Aalborg Svømmeklub, har Sigurd legði harðari út og sum heild vendi betri enn Líggjas; men har Líggjas so vann inn á hann aftur í sjálvari svimjingini, so at teir vendu so gott sum samstundis allan vegin ígjøgnum kappingina.
At enda var spurtur síðstu 50 metrarnar, har tað sá út sum at Sigurd átti munin, men har Líggjas tó fylgdi við og so endaði við at gera betri innslag á sjálvum málinum. Rættiliga djarvt av honum, forrestin, nú hann mátti melda avboð til kappingarnar í gjár og fyrradagin, tí at hann hóskvøldið meiddi hondina í innslagi í liðsvimjing.
Líggjas vann eisini 400 frí á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil í fjør, og hevur sostatt endurvunnið bæði 400 og 800 frí í ár. Hartil vann hann gull saman við liðnum hjá Aalborg Svømmeklub í 4×100 blandað, hóskvøldið.
