Líggjas 7:56.77 og gull í 800 frí á DMJ á stuttgeil 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til flott gullheiðursmerki á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2025, tá ið hann í skjótasta riðli svam seg til tíðina 7:56.77. Mathias Hald úr Lyngby vann silvur við 7:59.91, og Carl August Scheel úr Lyngby bronsu við 8:10.27. Sí úrslitalistan her

Tað var ein rættiliga yvirbevísandi sigur hjá Líggjasi, har hann fyrru helvtina av teimum 800 svam seg upp til at vera smá 5 sekund skjótari enn hin næstskjótasti Matthias Hald. Seinnu helvtina fór nakað av ferðini av Líggjasi, so at munurin varð góð 3 sekund millum hesar báðar, tá ið teir 800 vóru avgreiddir.

Líggjas var eisini kvalifiseraður til A-finaluna í 100 frí, men valdi eftir øllum at døma at melda frá har, vælsagtans til at spara seg til hesar 800 frí. Har var nevniliga ikki langt millum tær báðar kappingarnar.

Besta tíð hjá Líggjasi nakrantíð í 800 frí, er tilmeldingartíðin 7:55.67 frá hesi somu stevnu í fjør, har hann tá eisini vann hesa kapping. Líggjas megnaði sostatt at endurvinna heitið sum danskur juniormeistari í 800 frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.