Nógvir av heimsins bestu svimjarar eru í hesum døgum á veg til Budapest í Ungarn, at royna seg í 2020-útgávuni av stevnurøðini hjá International Swimming League. Upprunaliga ætlanin var, at kappingarnar skuldu verða runt um í heiminum; men vegna korona er tað nú í staðin alt á sama stað, í isolatión á Margit-oynni í Budapest.
Tey eru einir 320 svimjarar umframt venjarar, dómarar og hjálparfólk afturat teimum, og hetta er tí eisini eitt rættiliga stórt sats hjá teimum og hesum privata felagsskapi, at royna hetta í koronatíð í árinum uppundir Olympisku Leikir.
Tað hevur heldur ikki verið púra uttan svørðslag, tí m.a. fingu australiarar meira ella minni forboð ímóti at fara, so at fleiri settust aftur og ISL ákærdi lond fyri at kroysta sínar íðkarar, meðan niðurlendska Femke Heemskerk og italska Stefania Pirozzi máttu setast aftur nú uppundir fráferð, tí tær høvdu testað positivt fyri korona.
Fleiri onnur stórnøvn hava valt at melda frá eisini, men nú eru tey so restin umframt nøkur nýggj afturat sum ferðast til at búgva kappast í eini boblu á Margit-oynni, hendan næstan mánaðin.
Her sæst hvar hendan stevnurøðin kann síggjast, í Evropea á Eurosport
Her niðanfyri er tað amerikanski sprintarin Michael Andrew sum vloggar frá ferðini hjá sær frá Los Angeles til Budapest