Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Sum kunngjørt í september, so var HS-stevnan nú 19. og 20. november eisini hin næsta av fýra útvaldum stevnum, har gjørligt var at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017. Við fyrivarni fyri at onkur er yvirsæddur, so vóru tær tvær afturat sum kláraðu kravtíð í Tórshavn, umframt tveir við undantaksloyvi á DM á stuttgeil 2016.

5 svimjarar høvdu longu klárað kravtíð, tá ið fyrsta umfar var í oktober, nevniliga Vár E. Eidesgaard (2001) og Marius I. Gardshodn (1998) úr Havnar Svimjifelag, Signhild D. Joensen (2000) úr Ægir, og Róland Toftum (1996) og Pál Joensen (1990) úr Suðuroyar Svimjifelag.

Hartil komu so 4 svimjarar afturat, nú kappast varð í Havn og í Esbjerg, nevniliga Beinta P. Debes (1997) og Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag, Sára R. Nysted (2000) úr Suðuroyar Svimjifelag, og Alvi Hjelm (1996) úr Ægir.

Umframt at fleiri afturat hesum styrktu um sína støðu í kappingini um pláss á føroyska liðnum til Oyggjaleikir 2017, við at svimja betri enn tær tíðir sum tey longu høvdu klárað, umframt summi at klára kravtíð í fleiri kappingargreinum.

HS-stevna 19. og 20. november

  • Vár E. Eidesgaard (2001) úr HS 26.80 í 50 frí, kravtíðin er 26.81
  • Signhild D. Joensen (2000) úr Ægir 1:02.96 í 100 rygg, kravtíðin er 1:04.49
  • Vár E. Eidesgaard (2001) úr HS 8:55.25 í 800 frí, kravtíðin er 9:06.46
  • Marius I. Gardshodn (1998) úr HS 15:48.67 í 1500 frí, kravtíðin er 16:01.19
  • Beinta P. Debes (1997) úr HS 2:37.59 í 200 bringu, kravtíðin er 2:37.73
  • Vár E. Eidesgaard (2001) úr HS 28:59 í 50 firvald, kravtíðin er 28.95
  • Signhild D. Joensen (2000) úr Ægir 2:13.11 í 200 rygg, kravtíðin er 2:19.05
  • Sára R. Nysted (2001) úr SuSvim 1:05.17 í 100 blandað, kravtíðin er 1:06.35
  • Róland Toftum (1998) úr SuSvim 29.70 í 50 bringu, kravtíðin er 30.02
  • Vár E. Eidesgaard (2001) úr HS 4:20.90 í 400 frí, kravtíðin er 4:24.30
  • Sára R. Nysted (2001) úr SuSvim 2:19.64 í 200 blandað, kravtíðin er 2:20.95
  • Signhild D. Joensen (2000) úr Ægir 29.62 í 50 rygg, kravtíðin er 30.47

DM á stuttgeil 2016

  • Alvi Hjelm (1996) úr Ægir 4:22.58 í 400 blandað, kravtíðin er 4:31.37
  • Óli Mortensen (1996) úr HS 15:19.92 í 1500 frí, kravtíðin er 16:01.19
  • Alvi Hjelm (1996) úr Ægir 2:05.22 í 200 blandað, kravtíðin er 2:07.18
  • Óli Mortensen (1996) úr HS 3:50.88 í 400 frí, kravtíðin er 4:01.41

Hetta merkir sjálvsagt ikki at tey eru úttikin enn, men ‘einans’ at tey hava víst nøktandi støði til at kunna verða úttikin. Til dømis er støðan í 1500 frí, at teir nú eru tríggir sum hava klárað kravtíð til tey bæði plássini sum vit fáa tillutað, og kann tað tí henda at tann spakuligasti av hesum ikki verður úttikin.

Og, her eru tvær stevnur eftir, har svimjarar kunnu risikerað at onnur svimja skjótari enn teir.

Vit onnur kunnu bara troysta okkum við, at tey nú eru 9 sum upp til fleiri ferðir hava prógvað, at tey longu nú eru klár at kappast um heiðursmerki á Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017.

Kravtíðirnar eru jú roknaðar sum meðaltíð av tí sum kravdist til at vinna bronsu á trimum teimum seinastu Oyggjaleikunum, og verður støðið tí eisini væntandi umleið har, til at vinna heiðursmerki á Gotlandi.

4 thoughts on “Nú hava 9 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.