Fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013

So er hava allir føroyingarnir uttan Astrið roynt seg fyri fyrstu ferð á EM á stuttgeil í Herning 2013, og vit mugu tíverri staðfesta at tað kundi hava gingið betri. Eingin føroyingur svam bestu tíð, og eingin rakk til finalu heldur.

DSC02785

Birita Debes svam 1:02.65 í 100 rygg, har hennara føroyska met frá NJM 2010 er 1:01.46, og har hon á NM 2013 síðsta vikuskifti svam 1:01.49 og 1:01.51. Tað rakk til eitt 30. pláss av 35, her í Herning.

DSC02788

Eyðbjørn Joensen svam 4:01.76 í 400 frí, har hansara besta tíð er 4:00.78 frá úttøkustevnuni í november mánaða. Á NJM síðsta vikuskifti svam hann 4:05.53. Tað rakk til ein 62. pláss av 62, nú á EM í Herning.

Alvi Hjelm svam 4:00.18 í 400 frí, har hansara besta tíð er 3:55.88 frá DM á stuttgeil í november mánaða. Á NJM síðsta vikuskifti var hansara besta tíð 4:00.47. Tað rakk til eitt 61. pláss av 62, nú á EM í Herning.

DSC02816

Óli Mortensen svam 3:58.85 í 400 frí, har hansara besta tíð er 3:56.38 frá World Cup stevnuni í Doha í oktober mánaða. Á NJM síðsta vikuskifti var hansara besta tíð 3:56.58. Tað rakk til eitt 60. pláss, nú á EM í Herning.

Pál Joensen svam 3:45.92 í 400 frí, har hansara føroyska met er 3:40.12 frá EM í Istanbul í 2009. Tað rakk til eitt 21. pláss av teimum 62 luttakandi, og sostatt ikki til finaluna. Gongdin var at hann legði væl út, men so hevði ein keðiligan sjeynda 50-metur, har hann dragnaði í mun til hinar.

DSC02845

Tað kravdi 3:44.05 at koma í finaluna í 400 metra frísvimjing.

Guðrun Mortensen svam 58.53 í 100 frí, har hennara føroyska juniormet frá FM í vár er 57.62. Á NJM síðsta vikuskifti svam hon 59.31, so tað er ein betring í mun til tað. Tíðin nú rakk til eitt 55. pláss av 55 luttakandi á EM í Herning.

DSC02852

Hinir báðir ‘donsku føroyingarnir’ royndu seg eisini í kapping í morgun. Magnus Jákupsson svam seg við tíðini 2:01.73 til eitt 32. pláss av 34 í 200 rygg, har hansara besta tíð er 1:54.90 frá DM á stuttgeil í november mánaða. Og Frans Johannesen svam seg við tíðini 3:52.86 til eitt 51. pláss av 62 í 400 frí, har hansara besta tíð er 3:44.68 frá EM í Stettin í 2011.

DSC02831

Annars er tað at siga, at stevnan er fín, og lagið heilt ókey. Vit hava ein løgnan buss-sjaffør á okkara rutu, sum skeldar okkum (enntá í tveimum umførum) um at fyriskipanin av bussleiðini burdi verið ørvísi, so at vit bookaðu okkum til túrarnar, heldur enn at koyra eftir tíðarætlan. Onkur bussur hevur verið seinur, og onkuntíð hava vit skula bíðað eitt sindur eftir mati. Men tað er heilt ókey allíkavæl.

DSC02856

3 thoughts on “Fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013”

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.