Verður 2010 fyrsta ár uttan nakað heimsmet í sviming?

Craig Lord setur spurningin her á SwimNews.com, nú asiatiska meistarastevnan er av, og tað tí byrjar at líða við langgeilameistarastevnum í 2010. Heimsmet hava verið sett á hvørjum ári, líka síðani FINA varð stovnað í 1908, har tað tey fyrstu árini var eitt sindur óskipað vegna skiftandi hyljalongdir, men har tað í øllum førum síðani 1956 hava verið sett heimsmet á hvørjum ári á langgeil, tvs. í 50 metra hyli. Í fjør varð ein øgiliga rúgva sett, vegna sokallaðu superdraktirnar, og í ár sær tað so út til at vit føla sviðan av hesum, nú draktirnar eru burtur. Eftir er sjálvsagt í øllum førum HM í Dubai, til at royna at tryggja okkum okkurt heimsmet í 2010.

One thought on “Verður 2010 fyrsta ár uttan nakað heimsmet í sviming?”

  1. 20 av 48 føroyskum langgeilametum eru skift út í 2010, umframt eini 9 av 56 stuttgeilametum. Fleiri av teimum fleiri ferðir, umframt at juniormetini nærum øll eru skift út.

    So munurin minkar, millum okkum og heimselituna 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.