Pál 1:53.42 og nr 17 í 200 frí

Pál Joensen svam seg í morgun til tíðina 1:53.42 og eitt 17. pláss í 200 frí á Mare Nostrum stevnuni í Monaco. Tilmeldingartíðin hjá honum var 1:52.06, frá finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban í vár, meðan føroyska metið hjá honum frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør er 1:50.04.

Hóast at hann sostatt svam eitt sindur spakuligari her enn í suðurafrika í vár og serliga DM í fjør, so tók hann seg nú rættiliga langt fram á hinar á styrkismetingarlistanum, við nú at verða nummar 17 har hann sambært tilmeldingartíðunum lá til at verða nummar 33.

Týski Pauli Biedermann svam best í hesum innleiðandi riðlunum við 1:50.10, har hansara tilmeldingartíð var 1:47.56 og hansara heimsmet frá Rom í fjør er 1:42.00. Belgiski Glenn Surgeloose fekk næstbestu tíð 1:50.87, har hansara tilmeldingartíð er 1:48.92. Og russiski Mikhail Polishchuk fekk triðbestu tíð 1:51.15, har hansara tilmeldingartíð er 1:49.33.

Tunesiski Oussama Mellouli svam seg til eitt 8. pláss 1:51.53, har hansara tilmeldingartíð er 1:46.44. Kinesiski Lin Zhang gjørdist nummar 11 og í øllum førum uttanfyri A-finaluna við 1:52.46, har hann við 1:46.16 hevði bestu tilmeldingartíð av øllum. Og skotski Andrew Hunter reyk eisini útum A-finaluna við 1:51.87, har hann við tilmeldingartíðini 1:46.90 lá til eitt fjórðapláss.

Pál hevur møguliga svomið eftir at koma í B-finaluna, sum vist nokk er á skránni seinnapartin, og sum tá vil umfata teir svimjarar sum fingu 9. til 16. bestu tíð í innleiðandi riðlunum í morgun. Um so er, so er hann akkurát endaður uttanfyri, men kann kanska bjargast av at onkur annar meldar frá A- ella B-finalu.

Sí úrslit her á natresult.com, og tilmeldingartíðir her.

3 thoughts on “Pál 1:53.42 og nr 17 í 200 frí”

  1. “In other news”, so kláraðu týskararnir báðir Christian Kubusch og Jan Wolfgarten at kvalifisera seg til EM í Budapest, tá ið teir á týsku árgangsmeistarastevnuni svumu ávíkavist 7:58.16 og 7:59.39 í 800 frí.

    http://www.swimsportnews.de/schwimmen/201006/em-ticket-fur-kubusch-und-wolfgarten/

    Spyr meg ikki hvat Jan Wolfgarten árgang 1982 ger á eini týskari árgangsmeistarastevnu. Eitt skot er at tað er tí at tað var ein serliga góður árgangur 🙂

    1. Týskarir velja at leggja árgangsmeistarakappingina og opnu langteinmeistarakappingina saman, tí lanteinarar kunnu ikki trappa niður sum onnur. Týska meistarakappingin er um 3 vikur, og tá hava teir báðir Kubi og Jan møguleikan at svimja skjótt í 200 og 400m um teir hava hug til tað. Ein fínur máti at gera tað uppá… lesa tykur við í SSF?

  2. Puha, onkra løtu er man glaður fyri at man ikki er við til sovorðnar stórar kappingar. SMS frá Bjarnasyni í áðni, um at teir skuldu til okkurt galla-tam-tam. Og tað sum hann bekymraði seg um, var um tey mundu fáa nakað at eta har 🙂

    Share photos on twitter with Twitpic

    (sjálvur hevði eg stressað totalt um at skula út at spæla prinsur í einum landi har øll ERU prinsar og prinsessur)

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.