Kom og mynda ítróttin í framtíðini

ÍSF skipar nú leygardagin tann 6. februar fyri evnisdegi á Hotel Føroyum, har feløg, sersambond og starvsnevnd ÍSF fara at viðgera bygnaðin í Ítróttasamandi Føroya. Menningarkonsulenturin Jan Gudnitz frá Dansk IdrætsForbund kemur at leggja fyri, og skipað verður síðani fyri tveimum ‘workshops’, um visjónir, mál og uppgávur hjá Ítróttasambandinum, og um uppgávubýtið millum ÍSF, sersambond og feløg. Tiltakið er ókeypis, og ÍSF sær gjarna at tað koma tvey umboð frá hvørjum felag, umframt tvey umboð frá hvørji ítróttagrein í sersambondunum. Vinarliga boða frá á nro@isf.fo, hvør kemur við frá tykkara felag, í seinasta lagi mikudagin 3. februar. Sí isf.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.