World Cup í Rio er avlýst

World Cup stevnan í Brasil er nú sambært SwimNews.com avlýst, sum annars skuldi verða tann 23. til 25. oktober 2009. Har verður eingin stevna í staðin. Avlýsingin er rættiliga óheppin fyri Brasil og býin Rio de Janeiro, við tað at brasiliumenn royna at fáa Olympisku Leikir til Rio í 2016.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.