Startlistin til Danish Open er klárur

Startlistin til donsku meistarastevnuna í 50 metra hyli sæst her á svoem.dk, við rættiliga góðari føroyskari luttøku. Størstu dansk/føroysku orrusturnar verða nokk í 400 og 1500 frí hjá monnum, har Pál er styrkismettur sum ávíkavist nr 3 og 2, og tryggasta heiðursmerkið í 800 frí, har Pál er nummar 1. Og hartil kunnu vit væl enn heppa uppá Elspu Mørkøre, sum er styrkismett sum nr 1 í 50 og 100 rygg, nr 2 í 200 rygg, og nr 3 í 200 og 400 frí

Luttøkan úr Føroyum er hendan:

  • Pál Joensen (Aalborg): 200, 400, 800 og 1500 frí
  • Shaila millum Garðarnar (SuSvim): 50 frí og 100 frí, 50 og 100 firvald
  • Dánjal Martin Hofgaard (SuSvim): 50 og 100 frí, 50 bringu
  • Katarina Lamhauge (SuSvim): 50, 100 og 200 bringu
  • Jón Hofgaard (SuSvim): 50, 100 og 200 bringu
  • Malan V. Bærendsen (SuSvim): 50 og 100 bringu
  • Mona Simonsen (SuSvim): 200, 400, 800 og 1500 frí
  • Hildur á Fløtti (FS): 50, 100 og 200 firvald, 50 frí
  • Pauli Ø. Mohr (FS): 50 og 100 frí
  • Poula Ø. Mohr (FS): 50, 100 og 200 rygg
  • Astrið Foldarskarð (FLOT): 50 firvald

Og Elspa svimur so hartil nevndu kappingar: 50, 100 og 200 rygg, umframt 200 og 400 frí.

Eg skal fara at gera eitt betri yvirlit, ein av komandi døgunum, har tað sæst hvussu tey ymisku eru styrkismett í ymisku greinunum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.