Fleiri myndir á Flickr

Tær verða allar lagdar í eitt samlað myndasavn fyri FM 2008, her á Flickr.com. Gev gætur at allar hesar myndir eru umfataðar av copyright, so at skilja at tær ikki kunnu nýtast aðra staðni uttan fyrst at spyrja um loyvi. Orsøkin er serliga, at tað í flestu førum eru onnur enn eg sum hava tikið myndirnar, og eg tí ikki bara kann loyva nýtslu longur enn til ta sum tey hava givið mær loyvi til.

DSC_0029

Hetta er forrestin eisini galdandi fyri allar aðrar myndir her á svimjing.com, á flot.info og á Flickr-kontoini hjá mær og konuni. Hevur altíð verið tað. Eg havi nógvar góðar vinir sum vilja hjálpa mær við at fáa myndir frá svimjistevnum her og úti í heimi, men tað merkir ikki at tit onnur ikki eisini skulu spyrja um loyvi 🙂

Niðast her á síðuni hevur til nú staðið “Ikki handilslig endurnýtsla loyvd, um víst verður til upprunan, og nýggju útgávurnar fáa somu treytir”. Meiningin var at at serliga yrkisfjølmiðlarnir skulu biðja um loyvi til at taka tilfar av síðuni, meðan hinar føroysku svimjisíðurnar egentliga bara kundu taka, so leingi sum tær vístu til upprunan. Eg broyti hetta til reint copyright nú; men meiningin er tann sama.

One thought on “Fleiri myndir á Flickr”

  1. Havi koyrt vatnmerki á nakrar myndir hjá Johan Martini. Hetta merkir tó á ongan hátt at allar hinar eru til fría nýtslu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.