Rætting: 4 gull og 4 silvur til HS

Orsaka, har var feilur í míni úrslitauppgerð í gjár frá Vattenfall Swim Cup 2008. Tað er ikki so, tá ið har eru úrslitalistar frá trimum ymiskum hallum umframt nakrar finalur úr teirri einu, og livetiming.dk ikki vísir úrslitini frá teimum øllum. Men eg havi nú talt um aftur, og fái tað til at HS vann 4 gullheiðursmerki og 4 silvurheiðursmerki:

  • Magnus Jákupsson (1994) silvur í 100 blandað (1:08.18)
  • Magnus Jákupsson (1994) silvur í 50 rygg (30.29)
  • Høgni Miné (1992) silvur í 50 rygg (29.37)
  • Magnus Jákupsson (1994) silvur í 100 rygg (1:05.78)
  • Høgni Miné (1992) gull í 100 rygg (1:01.78)
  • Guðrun Holm Jacobsen (1992) gull í 50 frí (28.02)
  • Magnus Jákupsson (1994) gull í 200 blandað (2:27.55)
  • Magnus Jákupsson (1994) gull í 200 rygg (2:21.66)

Eg viðfesti ein nýggjan lista yvir úrslit hjá HS, ‘við øllum’. Tað vil siga úrslitini frá innleiðandi í trimum ymisku hallum, og frá finalunum. Liðkappingar, úrslit hjá fremsta svimjara í liðkappingini, kolldømingar og pumpistokk. Vælgagnist.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.