Thorpe heldur ikki at Phelps fer at sláa Spitz

Nógv vænta væl onkunsvegna at Michael Phelps fer at royna og kanska klára at sláa metið hjá Mark Spitz, at hava vunnið flest gullheiðursmerki á Olympisku leikum. Men hóast Ian Thorpe ynskir honum alt tað besta, so væntar hann ikki at Phelps fer at klára tað. “[T]here’s a thing called competition”. Lesið her á timedfinals.com.

9 thoughts on “Thorpe heldur ikki at Phelps fer at sláa Spitz”

  1. men Michael Phelps er ársins besti svimjari og eigur minst 4 individuel met, haraftrat eigur hann og nakrir adrir met í 4×100 blanda, 4×100 frí og 4×200 frí, har eru 7 gullmedaljir.
    Nú vita vit eisini at hann svimur ótrúliga væl rygg og crawl, og hann kann saktans klára 200 rygg og 400crawl, enntá eisini 800 um tad skal vera, eg rokni vid at hann fær 8 gull:)
    go Michael…

  2. Eg trúgvi ikki at Phelps vinnur 100m firvald. Og hann svimur neyvan rygg til OL. Hann skal ganska einkult ígjøgnum ov stóra mótstøðu heima fyrst fyri bara at koma á OL liðið í rygg, har er Peirsol, Bal og Lochte + the newcommer hjá Longhorns (minnist ikki navni) Men ok, Phelps hevur næst bestu tíð í heiminum í 200m rygg, men so koliderar hann við blandað har USA altso hevur fleiri sterkar menn.
    í 400IM, 200frí og 200firvald er hann greiður favorittur. Men 400frí tekur Park ella Vanderkay, 800m er ikki til OL? So 3 einstaklinga gull + 3 gull liðsvimjingar = 6 gull 😉
    Fyri at fáa 7 gull, so skal hann vinna 100m firvald á Ian Crocker, og sum Crocker hevur svomi í vetur, so trúgvi eg ikki at tað kemur fyri.
    Men spennandi verður tað so heilt sikkurt.

    Í 100m firvald heppi eg á Crocker, all the way 😉

    1. Eg seti líka kotuna inn… tað er bara at kopiera hasa kotuna inn sum stendur undir Embed yviri til høgru. Kostar mær einki í bandbreidd 🙂

    1. And if you doubt Michael’s chances of beating Mark Spitz’s record in Beijing, you’re not only blind, you’re ignorant about the present state of competitive swimming.

      Nú sigur Stewart so at eg eri ignorant
      Men okur fáa at síggja. 8 gull til OL, eg trúgvi tí, tá ið eg síggi tað, ikki fyrr 😉

      Hygg at video frá Melbourne í 100m firvald, Crocker er frammanfyri til tað mangla 2m, tað trúgvi eg ikki endurtekur seg. Serliga nú 400m blandað verður ein so hørð kapping, og úthaldni kemur at spæla eina størri rollu enn 100m sprint. Kanska Jákup fær ‘sína’ kapping, 200rygg at síggja alíkavæl, kanska hon fellir betur inn í eitt so hart program.
      Men flott hevði tað veri, og nógv størri enn tá ið Spitz gjørdi tað, um nakar vil hoyra mína meining 😉

  3. Eg trúgvi væl at Phelps fer at geva Peirsol og Lochte kapping, men dugi ikki at síggja, at hann hevur møguleika at vinna á teimum.. Eg veit ik hví, men mítt instinkt sigur mær onkursvegna, at Peirsol fer avstað við øllum rygg 🙂

  4. Michael Phelps, hann er kongurin og ongin, ONGIN kann siga at hann ikki kann vinna 8 gull.
    tad ber væl til hjá honum, 8 gull tad HOPI eg og vanti eg faktist eisini.
    tad hevdi í hvørjum fall verid cool um hann kláradi tad:D 😀

Leave a Reply to JákupØMohrCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.