Hygg ein røð av svimjivideoum á Dagbladet.no og NSF

Norska svimjisambandið og avísin Dagbladet hava gjørt eina áhugaverda røð av teknikk-videoum saman, sum kunnu síggjast fyri einki á svomming.no og dagbladet.no. Talan er tó um nokk so grundleggjandi øvilsi, sum tey flestu av okkum hava roynt, um vit yvirhøvur hava verið í nærheitini av einum svimjifelag. Men góðskan er góð, svimjararnir tveir bestu í Noregi, og tað er jú heldur ikki so galið at vita at man ger tað hampuliga rætt 🙂

Alt er so mikið opið hjá teimum, at eg faktiskt fái lagt tað her á heimasíðuna. So her er fyrsti partur í røðini …

Gev gætur at myndin er her rættiliga nógv minni enn tann sum verður víst á dagbladet.no, men líka stór sum tann á svomming.no. Tey hava gjørt 9 partar inntil nú, og ætla sær at leggja sær ein part út afturat hvønn sunnudag, fram til 1. apríl, so at teir verða 13 tilsamans.

Hetta er liður í einum motiónstiltaki kallað “Svøm deg til Island“, sum norska svimjisambandið skipar fyri á hvørjum ári, til at fáa fleiri fólk at svimja. Øll áhugað kunnu fáa eitt kort í svimjihallunum runt landið, har tey síðani fáa skrásett hvussu ofta tey svimja, í so og so nógva tíð. Aftaná er lutakast millum tey luttakandi, har børnini kunnu vinna ein túr til okkurt ‘vandland’ í Noregi, og tey vaksnu ein túr til Íslands (pheew, so skuldu tey ikki svimja haryvir allíkavæl).

Partarnir eru upplistaðir á hasari fyrrnevnu síðuni á svomming.no. Men við tað at myndin sum sagt er eitt sindur størri á dagbladet.no, og valmyndarskipani har tíverri syndarlig, so havi eg leitað tær fram og listi tær upp her niðanfyri:

  1. Basisøvelser
  2. Brystbensparket
  3. Bryst – armtakets første del
  4. Bryst – armtakes siste del
  5. Brystsvømning i hele teknikken
  6. Vending i brystsvømning
  7. Crawl – rotasjoner og pusting
  8. Crawl – bensparket
  9. Crawl – armtaket
  10. Saltovending
  11. Ryggsvømming – grundprinsipper
  12. Ryggsvømming – armtaket
  13. Gratis treningstips fra Norges beste svømmere!

One thought on “Hygg ein røð av svimjivideoum á Dagbladet.no og NSF”

  1. Annar svimjarin her er Alexander Dale Oen, sum við 1:00.34 hevði næstbestu innleiðandi tíð í 100 á HM í Melbourne í gjár, og triðbestu yvirhøvur. Vendi eisini sum nummar 3 í finaluni, men doyði so tíverri og endaði sum nr 8 við tíðini 1:01.67.

    Eg havi ikki hugt at øllum videounum, men hann svimur í øllum førum bringu og rygg her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.