Video: Birita 50 firvald á World Cup 2010

Birita Debes morlar her sína til tá bestu tíð á 30.63 í 50 metra firvald, á World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin 29.08 er nýtt føroyskt met og juniormet, tríggjar hundraðpartar skjótari enn føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar á 29.11 frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009, sum tá rakk til gull.

Video: Birita 100 rygg á World Cup í Stockholm

Birita Debes svimur her 100 rygg á World Cup í Stokkhólmi. Tíðin 1:04.65 er næstbesta sum hon nakrantíð hevur svomið, men tó eitt fitt petti frá føroyska metinum hjá henni á 1:03.15, frá landsdystinum ímóti Íslandi í oktober. Um eg skal geva eitt boð, so var trupulleikin á World Cup, at tey svumu hetta um morgunin, og at stemningurin í høllini sum heild var so la-la.

Video: Magnus 100 firvald á World Cup í Stockholm

Magnus Jákupsson setur her flott persónligt met í 100 firvald, við tíðini 56.75, har besta tíð hjá honum áðrenn World Cup í Stokkhólmi var 58.11. Hann er nú bara tíggjundapartar frá juniormetið hjá Páli Joensen á 56.52, og so aftur eitt vet frá føroyska metinum hjá Páli á 56.22.


Continue reading Video: Magnus 100 firvald á World Cup í Stockholm