2 heimsmet afturat á World Cup í Durban

Amerikanska Jessica Hardy hevur við tíðini 29.45 sett nýtt stutthyljaheimsmet í 50 bringu, har hennara heimsmet frá heimsmeistarastevnuni í Manchester í 2008 var 29.58. Og amerikanski Peter Marshall setti í 50 rygg nýtt heimsmet við tíðini 22.75, har heimsmetið hjá amerikanska Randall Bal frá World Cup í Berlin í fjør var 22.87. Les swimmingworldmagazine.com

Alshammar heimsmet í 100 blandað

Svenska Therese Alshammar setti í morgun við tíðini 58.51 nýtt heimsmet í 100 blandað, í innleiðandi riðlunum á World Cup stevnuni í Durban í Suðurafrika. Splitt-tíðirnar vóru 25.97 og 58.51 (32.54), har splitt-tíðirnar í heimsmetinum hjá avstralsku Emily Seebohm frá august vóru 26.88 og 58.54 (31.66). Flott av 32 ára gomlu ‘Tessuni’, sum annars er mest kend fyri at svimja 50 firvald og frí. Les her á swimmingworldmagazine.com.