Tekniskt brek í 200 bringu

HS-stevnan byrjaði í morgun eftir ætlan, og riðlarnir blivu avgreiddir skjótt sum teir plaga. Men tá kapping 3, ið var 200 bringusvimjing hjá kvinnum, byrjaði, hoyrdist “Taki støðu” hjá startdómarinum illa í hátalarinum. Tveir svimjarir stóðu eftir á skamlunum, tá startskotið ljóðaði. Riðilin bleiv løtu seinni steðgaður.

Av úrslitum í morgun kann nevnast, at Birita Debes úr Ægir vann 50 rygg við tíðini 29.02, har metið hjá henni er 28.51. Alvi Hjelm (Ægir) vann 50 rygg og 100 blandað hjá monnum við ávikavist 29.11 og 1:02.71. Annika S. Olsen (HS) vann 200 bringu hjá kvinnum við tíðini 2:54.35. Poula Ø. Mohr (HS) vann 50 firvald og 100 blandað við ávikavist 28.74 og 1:05.46. Marius Ihlen Gardshodn (HS) vann 50 firvald og 400 frí hjá monnum við ávikavist 28.62 og 4:25.62. Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) vann 400 frí hjá kvinnum við tíðini 4:36.66.

Kappingin byrjar aftur kl 16.30 17.30 nú seinnapartin. Allir riðlarnir í morgun uttan tann fyrsti (50 rygg hjá kvinnum, riðil 1) verða í løtuni lagdir á Youtube, og síggjast seinni á svimjing.com.

Victoria 2:09.63, gull og føroyskt met á NMU 2012

Victoria Wigant Eysturdal hevur í dag sett nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hon vann gull á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 20120, sum er í Keypmannahavn um vikuskiftið. Nýggja tíðin er 2:09.63, har metið hjá Juttu Thomsen frá HeimsMeistarastevnuni í Melbourne í 2007 var 2:10.81. Eitt ófatiliga flott avrik av ungu gentuni úr Ægir, fødd ár 1998 og tí ikki enn millum tey sum sleppa at luttaka á til dømis EJM. Sí úrslitalista her.

Victoria gull á NMU 2012

Victoria W. Eysturdal 9:28.80 og føroyskt juniormet í 800 frí

Ja nú streyma metini inn úr øll ættum, klaksvíksgentan Victoria Wigant Eysturdal hevur júst sett nýtt føroyskt juniormet í 800 metra frísvimjing, á NMU 2012 í Keypmannahavn. Tíðin hjá Victoriu var 9.28.80, stórasystir Cecilia W. Eysturdal átti metið á 9:30.24 frá DÅM 2010. Tíðin hjá Victoriu var nóg góð til at verða nr 4 á norðurlendsku ungdómsmeistarastevnuni, 2 sekund frá bronsuni. Sí úrslitalista her.

victoria-gull

(Victoria gull á AMÍ 2010)