Swim to Empower vil læra fólk á Bahamas at svimja

Oyggin Eleuthera er eitt satt paradís, uppkallað eftir grikska orðinum fyri ‘frælsi’, við Atlandshavinum á eystursíðuni og grunna, heita og ofta friðarliga karibiska havinum á vestursíðuni. Eitt perfekt stað at svimja, um altso tú dugir at svimja, sum 80% av íbúgvarunum ikki gera, upplærd til at ræðast havið. Nakrar amerikanskar dámur hava tí stovnað Swim to Empower, til at læra fólk í øllum aldrum har at svimja, sum lýst í grein her á diversityinaquatics.com, og í dokumentarfilminum Free Swim.

Autistar hava stóran tørv á vatni

Vit hava lisið um tað fyrr, men nú fann eg hesa áhugaverdu grein, á heimasíðuni www.diversityinaquatics.com, “a network to help save lives”. Har verður millum annað sagt:

Water is a magnet for all children. It is fun. It is soothing. Water is the ultimate, non-threatening hug. As an adult, what is your reaction when you sink into a hot bath? Or sip a cool glass of water on a hot day? Aaaaaahhhhhhh. Exactly. Now magnify that attraction and that reaction by 100 and you’ll know exactly what an autistic child feels like when they are immersed in water.