Danskir svimjarar droppa TYR draktir

Nógvir danskir svimjarar velja TYR draktir frá undan HM í Rom, sum byrjar komandi sunnudag. Danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer sigur við Ritzau:

“Det har ikke været muligt for TYR at give os en dragt, der er sammenlignelig med de hurtigste på markedet, så alle svømmerne har fået tilladelse til at benytte, den dragt, de ønsker. Det har hovedparten valgt at gøre”
Continue reading Danskir svimjarar droppa TYR draktir

TYR saksøkir nú FINA

Tað veit scaq.blogspot.com at siga, eftir øllum at døma við støði í einum pressuskrivi frá TYR. Vit hava hoyrt um hetta fyrr, og trupulleikin er snøgt sagt, at FINA hevur loyvt nøkrum superdraktum framat aftur, tí at hesir framleiðarar høvdu argument fyri hví at draktirnar skuldu loyvast, samstundis sum FINA heldur áfram at forbjóða líknandi TYR draktum.