Svimjing.com fingið Twitter shoutbox

twitter-svimjingOK, so royna vit aftur við onkrum svimjing-status-tingi. Havi sett ein kassa inn her í høgra síðubjálka, sum vísir øll boð á Twitter við frámerki #svimjing. Tað vil siga, at um onkur skrivar okkurt á Twitter við teksti “#svimjing” í boðunum, so sæst tað automatiskt her á www.svimjing.com. So fáa vit at síggja hvussu tað fer at spæla av 🙂

Tankin er, at fólk so lætt sum gjørligt skulu kunna senda boð til dømis frá fartelefonum av, til lesararnar her á www.svimjing.com. Til dømis á ferð gjøgnum Evropa, ella frá kantinum í onkrari svimjihøll. Tíverri eru flestu føroyingar á Facebook heldur enn Twitter, og funkan tí ikki heilt so uppløgd sum um hon var gjørd við hjálp av Facebook. Men soleiðis er tað nú einaferð … kanska eg ein dag finni eina líknandi loysn sum brúkar Facebook, ella kanska enn betur eina loysn sum er felags fyri báðar skipanir.
Continue reading Svimjing.com fingið Twitter shoutbox

Hvat er hatta har til høgru?

Vangeneugden 15,4 kmTit hava sikkurt lagt til merkis handan har kassan til høgru, við ymiskum SMS-líknandi frá kendum svimjinøvnum. Hatta er ein nýggj lista-funka hjá Facebook-líknandi Twitter, har man kann gera sín egna lista við ‘tweets’ frá útvaldum Twitter-brúkarum, at koyra á egna heimasíðu. Í hesum føri er altso talan um listan “svimjing/svimjing” hjá mær, har eg leggi afturat øll tey kendu svimjinøvn sum eg yvirhøvur kann finna, og har vit so kunnu lesa sum t.d. nú, at Cullen Jones og Dara Torres halda við NY Yankees, og at belgiski langteinarin Tom Vangeneugden eftir øllum at døma hevur vant 15.4 kilometrar í morgun (!).