Video av Turið og nýtt evropeiskt met í 200 bringu

Turið S. Christiansen úr Ægir luttók í B-finaluni í 200 bringu. Her síggja vit hana á bana 2 tætt við kamera. Tíðin hjá henni var 2:51.09. Føroyska metið hjá henni er 2:44.81.

Eina løtu seinni setti Rikke Møller Pedersen nýtt evropeiskt met í A-finaluni við tíðini 2:20.53. Her síggja vit hana á bana 4.
Continue reading Video av Turið og nýtt evropeiskt met í 200 bringu

Turið nýtt junior og senior met í 200 bringu

Leirvíksgentan Turið S Christiansen, sum svimur fyri Ægir, setti í dag føroyskt senior og junior met í 200 bringu við tíðini 2:38.31. Gamla junior metið frá januar í ár átti hon sjálv (2:39.09), meðan gamla senior metið (2:38.93) setti Malan Vitalis Bærendsen á Oyggjaleikum í Álandi 2009. Oyggjaleikakravtíðin er 2:39.72.

Turið 2:26.55 og juniormet í 200 blandað

Turið S. Christiansen úr Ægir setti her stutt eftir klokkan 9 sunnumorgun nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, við tíðini 2:26.55. Hon átti sjálv metið á 2:27.25 frá FM í fjør. Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag var 4 hundraðpartar frá juniormetinum hjá Kára í 50 rygg (undir oyggjaleikakravtíðina á 26.25), og Kristina Eliasen eisini úr HS var 4 hundraðpartar frá kravtíðini til Oyggjaleikir, har tó bæði Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag longu eru kvalifiseraðar við betri tíðum, umframt at svimja skjótari í morgun. Sí úrslit.

Turið

Turið 1:14.70 og juniormet í 100 bringu

Turið S. ChristiansenTurið S. Christiansen úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, við tíðini 1:14.70, har metið hjá Tanju Skaalum frá Meistarastevnuni fyri Ung í 2010 var 1:15.22. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 1:15.04, so hana kláraði hon eisini so væl og virðiliga. Sí úrslit.

Turið 5:11.41 og juniormet í 400 blandað

Turið S. ChristiansenÆgir-svimjarin Turið S. Christiansen setti í gjár nýtt juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, við tíðini 5:11.41. Hetta var á úttøkustevnuni til landsdyst, sum er í Havn í hesum døgum. Eingin hevur til nú sett juniormet í hesi grein, síðani Svimjisambandið í august 2008 umskipaði aldursbólkarnar, og tá ásetti kravtíð 5:18.63 til at kunna seta juniormet í greinini. Tíðin hjá Turið er samstundis undir kravtíðina 5:24.71 hjá gentum í hennara árgangi at sleppa til NJM í desember, umframt undir kravtíðina 5:15.77 til gentur eitt ár eldri enn hana at sleppa til somu stevnu.
Continue reading Turið 5:11.41 og juniormet í 400 blandað