Føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano

Her lista vit upp føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano, har tey bæði Rókur Trygvason og Signhild Joensen úr Ægir royndu seg. Signhild vann sær í gjár silvurheiðursmerki í 200 rygg, meðan Rókur í gjár og í dag hevur sett persónligt met í 50 og 100 bringu. Sí úrslitalistarnar her. Continue reading Føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano

Signhild 2:15.66 og silvur á 8° Trofeo Città di Milano

Signhild Joensen úr Ægir megnaði í dag at vinna sær altjóða heiðursmerki í svimjing, tá ið hon á stevnuni Città di Milano í Milano vann silvur í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:15.66 har franska Carille Gheorghiu vann gull við 2:13.76 og italienska Martina Cenci bronsu við 2:15.92. Sí úrslitalistan her.

Hendan tíðin hjá Signhild er aðru ferð í dag at hon staðfestir støði til Evropameistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Glasgow í august, aftaná at hon í innleiðandi riðlunum í morgun svam triðbestu tíð av øllum, 2:16.29.

Signhild eigur føroyska metið á teininum, sum er 2:14.01 frá tá ið hon vann gull í greinini á Danish Open í apríl mánaða í fjør.

Sjónvarp og úrslit frá 8° Trofeo Città di Milano

Sum nevnt so fer Raisport+ at senda frá finalunum á “8° Trofeo Città di Milano”, har eisini Ægir-svimjararnir Rókur Trygvason og Signhild Joensen luttaka. Umframt at har er stroyming, til okkum sum ikki síggja italienskt sjónvarp. Her niðanfyri er sjónvarpingin frá í morgun, og hartil kunnu úrslitini finnast her.

Tað verður nú seinnapartin at Signhild skal royna seg, í opnu finaluni í 200 metra ryggsvimjing. Tíðarætlanin sæst her, sum sigur at hendan finala er kl 17:50, Milano tíð, sum er kl 16:50 her í Føroyum. Hetta niðanfyri skuldi gjarna verið livestream-rásin:

Annars er stevnusíðan sum nevnt trofeocittadimilano.it

Signhild víðari til finalu á 8° Trofeo Città di Milano

Tey bæði Rókur Trygvason og Signhild Joensen hava nú roynt seg á altjóða stevnuni Trofeo Città di Milano, sum er í Milano. Og tað gekk frálíkt – Rókur setti persónlig met í 50 metra bringusvimjing, og Signhild svam seg við 2:16.29 í 200 rygg aftur undir kravtíð til Evropameistarastevnuna á langgeil í summar, og víðari til finalu har í Milano við triðbestu tíð av øllum.

Stroyming frá 8° Trofeo Città di Milano

Sum nevnt fara Rókur Trygvason og Signhild Joensen at royna seg á altjóða stevnu í Milano, nú í vikuskiftinum, og fylgja vit tí sjálvsagt við í tann mun sum vit megna. Heimasíðan hjá stevnuni eitur trofeocittadimilano.it, og nevnir millum annað at Raisport+ fer at senda frá finalunum fríggjadagin, umframt at har verður stroyming á hesari rásini …

Signhild og Rókur til 8° Trofeo Città di Milano

Í morgin fara Signhild Joensen og Rókur Trygvason úr Ægir til Italia at kappast, saman við venjara teirra, Juan Jaime Arroyo-Toledo. Hetta á altjóða stevnuni Trofeo Città di Milano, í Milano. Kappast verður nú fríggjadag til sunnudag 9. til 11. mars, sí nuotatorimilanesi.it og trofeocittadimilano.it