USA, Avstralia og Kina tóku skreytið, fimta dag á OL í Tokyo

Tað var við áhugaverdum taktikkum, at heiðursmerkini vóru avgjørd á OL í kappsvimjing í nátt, tó so at tey endaðu við at fara til ‘supermaktirnar’ innan svimjing, USA, Avstralia og Kina.

Continue reading USA, Avstralia og Kina tóku skreytið, fimta dag á OL í Tokyo

Titmus og Ohashi (og Dean) vunnu aftur, fjórða dag á OL í Tokyo

Mynstrið endurtekur seg á Olympisku Leikum í Tokyo, at nýggju stjørnurnar halda áfram at vera góð, meðan fleiri av teimum forsvarandi OL-meistarunum fullu.

Continue reading Titmus og Ohashi (og Dean) vunnu aftur, fjórða dag á OL í Tokyo

Lydia Jacoby hevði ongantíð vant regluliga á langgeil, fyrr enn nú hon varð úttikin til OL í Tokyo

Áhugaverd samrøða við nýggja olympiska meistaran í 100 metra bringusvimjing fyri kvinnur, Lydiu Jacoby úr Alaska. Hon greiðir frá hvussu tær ljósareyðu brillunar sum hon svam fínaluna í, vóru nakrar sum hon hevði fingið frá Jessicu Hardy, og at hon ongantíð hevur vant regluliga á langgeil, fyrr enn nú fyri trimum vikum síðani.

Gongur einki serligt hjá norðurlendingum á OL í Tokyo

Nú vit eru við at vera komin í helvt, er enn einki norðurland komið á heiðursmerkjalistan frá kappsvimjingini á hesum Olympisku Leikum, umframt at tað tykist tungt at yvirhøvur koma í finalurnar.

Til dømis varð norski Henrik Christiansen nú á døgverða nr 9 í innleiðandi 800 frí – og svenski Victor Johansson nr 10 – har 8 teir skjótastu sleppa í finaluna.

Finski Matti Mattson og svenski Erik Persson eru víðari til hálvfinalur í 200 bringu, við ávíkavist triðbestu og sættbestu tíð av øllum, meðan danska Helena Bach við 10. bestu tíð er víðari til hálvfinalu í 200 firvald.

Annars sær eitt sindur svart út, enn

Skifti í toppinum eisini triðja dag á OL í Tokyo

Tað heldur áfram at vera spennandi at fylgja við kappsvimjingini á Olympisku Leikum í Tokyo – um enn eisini eitt sindur pínufult, um tú hevur tað við at halda við teimum forsvarandi meistarunum.

Continue reading Skifti í toppinum eisini triðja dag á OL í Tokyo

Kempurnar koppa eisini annan dag á OL í Tokyo

Hóast úrslitini kanska ikki vóru øll so óvæntaði í finalunum á OL í Tokyo í nátt, so vóru har nakrar útskiftingar sum benda á ættarliðsskifti. Tað var líka Adam Peaty sum er sum kletturin, og so USA í sínum liðsvimjingum.

Continue reading Kempurnar koppa eisini annan dag á OL í Tokyo

Fjórði hvør flaggberi var svimjari, nú á OL í Tokyo

Eitt sum sló okkum ið fylgdu við setanini av Olympisku Leikum í Tokyo í gjár, var hvussu ofta tey nevndu ein svimjara sum flaggberi. SwimSwam hevur ein lista her, sum sigur at tey vóru heili 86 svimjarar tilsamans, umframt 3 vippuleyparar og 2 vatnpololeikarar, har eg fái talið av samlaðum flaggberum at vera eini 331, við at telja í hond her í listanum á Wikipedia.

Orsøkin er sjálvsagt einamest, hvussu væl hendan setanin lá í mun til ítróttin annars, har eitt nátturligt krav er at ítróttarfólkini eru til staðar og klár til at luttaka eisini í setanini. Millum annað skuldu tey nú hava fingið úrslit frá koronatest við komu í Tokyo, áðrenn setanina. Sambært SwimSwam so átti svimjingina so nógv flestar flaggberar, har frælsur ítróttur átti næstflestar 69, og judo triðflestar 30.

So er tað OL í Tokyo

Í morgin verða Olympisku Leikir 2020 settir við hátíðarhaldi frá kl 20:00 japanska tíð, sum vegna tíðarmunin á 8 tímar er kl 12:00 í Føroyum, og leygardagin byrjar so svimijstevnan í Tokyo Aquatics Centre. Sí skránna her

Vegna amerikanskt sjónvarp er skráin heldur øvut, at innleiðandi riðlarnir eru út á dagin, frá kl 19:00 lokala tíð sum frá er kl 11:00 í Føroyum, meðan finalurnar eru fyrrapart, frá kl 10:30 lokala tíð sum er frá kl 02:30 um náttina í Føroyum.

Continue reading So er tað OL í Tokyo