Heimsins størsti svimjitími var í dag

Tað eydnaðist ikki óvæntað Rowdy Gaines og teimum at seta Guinness heimsmet í størsta svimjitíma nakrantíð, tá ið tað í dag varð skipað fyri 200 undirvísingartímum av sama slag í senn, runt um í heiminum. Á www.worldslargestswimminglesson.org siga tey nú eftirfylgjandi, at tey ætla at skipa fyri hesum tiltaki á hvørjum ári, “with the hope that some day everyone will understand that drowning CAN and SHOULD be prevented”.

Hug at vera við til at seta eitt heimsmet?

WLSLHósdagin 3. juni fara svimjihyljar runt um í heiminum at hýsa eini felags roynd at seta Guinness heimsmet í flest luttakarum til sama svimjitíma í senn. Endamálið er at økja um forstáilsið fyri hvussu týðandi tað er at børn læra at svimja, til at minka um vandan fyri at tey drukna. Venjararnir verða tiltikin fólk sum Rowdy Gaines og Janet Evans, ið bæði hava átt heimsmet og vunnið fleirfalt OL gull. Svimjitímin byrjar kl 15:00 føroyska tíð, og skásetingarskjalið til at kunna hýsa tiltakinum er her.


Continue reading Hug at vera við til at seta eitt heimsmet?