The Race Club um ymisku sløgini av frísvimjing

Gary Hall Senior greiðir her í videoini frá tvey høvuðssløg av frísvimjing, nevniliga ‘hip driven’ og ‘shoulder driven’, umframt nakrar variatiónir. Tað fyrra krevur sterkt beinspark og hevur lægri frekvens, av tí at svimjarin røkkur langt fram í byrjanini av hvørjum taki, meðan tað seinna er títtari og meira beint niður í sjálvt takið. Imponerandi annars at hesin 59 ára gamli maðurin vísir teknikkirnar sjálvur, við einum kroppi sum mangur 30 ára gamalur man misunna honum.

‘The Race Club’ víðkar til Brasil

The Race Club hjá Gary Hall Jr. og Sr. fær nú eina deild í Sao Paolo eisini. Hetta er eitt svimjifelag (ella rættari eitt ‘program’) sum skipar fyri venjingarlegum, ‘fitness camps’ og selur videoir og ‘merchandise’ til at kunna stuðla elitusvimjarum við venjingarumstøðum og fíggjarliga. Lesið her á SwimInfo.